Sethús

Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.

Sethús

Vit hava tríggjar ymsar sethúsapakkar, umframt møguleikan at seta sethúsatryggingar saman eftir egnum tørvi. Tað gevur tær tilsamans fýra ymsar møguleikar at tryggja heimið:

  • Grund – fevnir um tað mest grundleggjandi so sum skaðar av eldi, stormi og vatni.
  • Víðkað – fevnir hartil um kosmetiskan skaða og lásahjálp
  • Einastandandi – fevnir hartil um víðkaðan rørskaða og vælverubúgv sum hitapott, sauna o.t.
  • Tillagað – tú gert av, hvat tryggingin skal fevna um. 

Í Føroyum er ikki lógarkrav at tryggja sethúsini. Men vit viðmæla kortini staðiliga øllum at gera tað. Tí óhapp henda. Og fylgjurnar kunnu gerast sera svárar, um tryggingin tá ikki loftar. 

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

Ring 348 600 og vit geva tær eitt óbindandi tilboð.

 

Betri fyrivarin enn eftirsnarin

Vit tekna okkum sethúsatrygging fyri at verja húsini, okkum sjálv og okkara nærmastu. Men tað besta, vit kunnu gera, er at fyribyrgja, at skaðin yvirhøvur hendur. 

Vit hava savnað nøkur góð ráð, sum kunnu hjálpa tær at fyribyrgja vanligastu skaðarnar í heiminum.

Eldur

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost