Trygging
fyri álop
á netinum

 

Álop á netinum er ein stútt vaksandi vandi. Bæði stórar og smáar fyritøkur hava upplivað, at dáta er stolið og almannakunngjørt - ella at skipanir eru niðurlagdar, so at virksemið antin er steðgað ella minkað.

Men við nýggju Netálopstryggingini frá Betri Trygging er fyritøkan betri stødd, um teldusníkar ella virus læsa KT-skipanirnar, almannakunngera ella strika dáta ella um fyritøkan má rinda fyri at fáa dáta aftur.

Við Netálopstryggingini fært tú bráðneyðuga hjálp frá telduserfrøðingum til at avmarka skaðan – og vit dekka eisini møguligar útreiðslur og mistan vinning, so at fyritøkan kann venda aftur til vanliga virksemið so skjótt sum gjørligt.

Betri Trygging samstarvar við altjóða tryggingarfelagið Chubb, ið er ein av fremstu veitarunum innan tryggingar á netinum, og kundar okkara fáa ágóðan av teirra tænastum.

 

Fyrimunir við eini Netálopstrygging:


- Góðir dekningar, sum kunnu verða avgerandi, tá ið netálop raka.

- Eitt átakslið við telduserfrøðingum, sum eru tøkir alt døgnið allar dagar í árinum.

- Samstarv við altjóða tryggingarfelagið, Chubb, ið hevur drúgvar royndir innan netálopstryggingar.


Netálopstrygging

Tryggingin dekkar:

  • Fíggjarligan miss, sum stendst av álopum á nettrygdina, villum í nettrygdini, menniskjansligum mistøkum ella villum í forritanini.
  • Dátumiss og -endurgerð, umframt útreiðslur av at reinsa burtur virus og bjarga skipanum og dátum.
  • Kostnaðin av bráðneyðugum kanningum og hjálp frá átaksliðnum, ið altíð er til reiðar at hjálpa, um tit skuldu verið fyri netálopi.
  • Seinking, órógv og øktan kostnað, tí vinnuliga netvirksemið steðgar.
  • Løgfrøðiligar útreiðslur, og útreiðslur í sambandi við sáttmálabundna endurgjaldsábyrgd.
  • Kreppusamskifti og útreiðslur í sambandi við skatt umdømi.
  • Endurgjaldsábyrgd, um trúnaðardátur verða kunngjørdar.
  • Endurgjaldsábyrgd, um tínar netskipanir verða misnýttar.
  • Kostnaðin, um tú skalt rinda fyri at fáa dáta ella skipanir aftur.
  • Endurgjaldsábyrgd, um umdømið hjá triða parti verður skatt
  • Útreiðslur til eftirlit.

Góð ráð

Fyrireikið tykkum – hvør ger hvat?
Tað er eitt gott hugskot at fyrireika, hvussu tit skulu bera tykkum at, skuldu tit fingið illgruna um, at fyritøkan er álopin á netinum. Tað er eisini skilagott at gera alt, sum gerast kann, fyri at fyribyrgja, at álop henda. Jú verri trygdin er, jú meiri freistandi kann tað vera at leypa á júst tykkum. Jú betri trygdin er, jú størri er møguleikin fyri, at tykkara fyritøka verður lopin um, tá teldusníkar leita eftir næsta offrinum.
Vandin við netálopum
Ger púra greitt fyri starvsfólkunum í fyritøkuni, hvussu álvarsom og vandamikil netálop kunnu vera fyri tykkara fyritøku. Til dømis kunnu netálop hava við sær, at allar teldurnar gerast óvirknar ella at allir upplýsingar á telduni – eisini trúnaðarupplýsingar - knappliga eru burtur. Hav regluligar venjingar, soleiðis at starsfólkini støðugt eru tilvitað um vandan.
Boða frá alt fyri eitt
Netálop henda aloftast eftir arbeiðstíð; fríggjadag klokkan 17, jóladag, páskadag ella aðrar dagar, tá ið tey flestu hava frí. Ger starvsfólkinum greitt, at tey altíð mugu boða frá alt fyri eitt, um okkurt sær løgið ella øðrvísi út – ella um tey hava ein varhuga um álop. Eisini fríggjadag klokkan 15.30.
Hav eina ætlan
Hav eina ætlan, sum øll starvsfólkini í fyritøkuni kenna og kunnu brúka, um tit fáa illgruna um, at fyritøkan er álopin á netinum. Hvør skal hava boðini fyrst? Hvønn ringja tit til, um viðkomandi ikki svarar? Hvør ger hvat? Ætlanin má printast út og vera tøk aðrastaðni enn á telduni, tí hon verður trupul at finna, um allar teldurnar verða álopnar.
Fleirfaktor góðkenning til skipanina
Tað er skilagott at brúka fleirfaktor góðkenning (á enskum multi-factor authentication), tá tit rita inn á tykkara skipan.
Hendan góðkenning krevur, at minst tvey stig skulu gjøgnumførast, tá ritað verður inn. Vit kenna hetta frá eitt nú Samleikanum ella tá ið vit keypa á netinum.
Eitt nú kann starvsfólkið rita inn við brúkaranavni og loyniorði, og síðani fáa eini SMS-boð við einum loyniorði aftrat, sum tey skulu tøppa inn. Hetta ger tað væl truplari hjá teldusníkum at sleppa inn á skipanina.
Ger kanningar og venjingar í fyritøkuni
Tað er skilagott at gera venjingar, har tit kanna, hvussu ansin starvsfólkini í fyritøkuni eru. Tað ber til dømis til at gera eina phishing-venjing, har ein tilgjørdur teldupostur verður sendur út til starvsfólkið. Endamálið við venjingini er at kanna uppmerksemið hjá starvsfólkinum og vita, um tey trýsta á leinkið í teldupostinum. Á tann hátt verður starvsfólkið tilvitað um, hvussu eitt møguligt phishing-álop kann síggja út og somuleiðis meiri ansin næstuferð, tey fáa ein líknandi teldupost.

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send Teldupost