Vit mæla til, at tú kannar hvørjar ferða- og avlýsingartryggingar, tú hevur. 

Ráðgevingin niðanfyri er galdandi fyri ferða- og avlýsingartryggingar frá Betri Trygging.

 

Tá eg havi keypt ferðina

Tað, tú skal hava í huga, er, at um tú keypir eina ferð til eitt øki, har tað verður frámælt at ferðast til, so tekur tryggingin ikki við, um tú avlýsir vegna koronu. 

Um tað ikki verður frámælt at ferðast til ávísa økið, tá tú keypir ferðaseðilin, men landið so skiftir lit 72 tímar undan fráferð ella minni, ja, so tekur avlýsingartryggingin við. Hav tó í huga, at tryggingin ikki kann viðgera møguliga avlýsing áðrenn tað eru 72 tímar til fráferð. Hetta tí, at støðan broytist so skjótt og so javnan. Fylg við inni á t.d corona.fo og coronasmitte.dk - og set teg somuleiðis í samband við veitaran av ferðini, um tú mást avlýsa.

 

Ofta settir spurningar

Eg havi keypt ferð, hóast tað verður frámælt, men nú kann eg simpulten ikki fara, tí flutningsfelagið hevur avlýst túrin. Dekkar tryggingin hetta?

Um tú keypti ferðina, tá tað var frámælt at ferðast til økið, so tekur tryggingin ikki við, sama um tað er tú sjálv/ur ella um tað er ferðaveitarin, ið hevur avlýst. Tryggingin fylgir almennu tilmælunum, og tí er liturin, sum landið hevur, tá tú keypir ferðina, avgerðandi fyri, hvørt tryggingin loftar tær ella ikki, um okkurt gongur galið.

Økið, sum eg skal ferðast til krevur nú, at eg skal í sóttarhald, tá eg komi til økið. Dekkar tryggingin?

Nei tað ger hon ikki. Tilmælini broytast javnan og tí mást tú kanna, hvørji tilmæli eru galdandi í økinum, tú skal til.

Tá eg keypti ferðina, bleiv tað ikki frámælt at ferðast til økið, men nú verður tað frámælt og eg skal avstað í morgin. Dekkar tryggingin?

Ja, hon ger. Men tú mást fyst seta teg í samband við veitaran av ferðini fyri at vita, hvørjar møguleikar tú hevur.

Aðrir spurningar

Eg skal við dóttrini til eina ítróttarkapping í Svøríki í summar. Svøríki er reytt, men kappingin er ikki avlýst enn. Kann hon fara? Kann familjan fara við?

Í løtuni verður frámælt at ferðast óneyðuga - og somuleiðis er Svøriki reytt. Tí vil eg mæla tær til at bíða við at keypa sjálva ferðina, til kappingin nærkast. Hetta tí, at tilmælini broytast allatíðina. Somuleiðis skulu tit hava í huga hvønn lit landið hevur, tá ferðin nærkast - og tá tit keypa ferðaseðilin - tí liturin á landinum kann ávirka avlýsingartryggingina, sum er ein partur av ferðatryggingini.

Eg havi fingið fyrru koppsetingina og fái væntandi hina skjótt. Tá eg havi fingið báðar, kann eg so ferðast til øll lond – eisini tey, sum eru reyð?

Tað einasta, vit í løtuni hyggja at, er hvønn lit landið, sum tú ætlar tær til, hevur. Í løtuni verður tískil ongin munur gjørdur á teimum, sum eru koppsett og hinum, sum ikki eru koppsett. Tó skalt tú kanna, hvørji tilmæli eru galdandi í tí ávísa landinum, tú ætlar tær til. Tað er ymiskt frá landi til land, hvat tú kanst, tá tú ert koppsettur í mun til tann, sum ikki er koppsettur. Summi lond brúka koronapass t.d. um tú skalt út at eta ella annað. Men tryggingin hyggur í løtuni bara at, hvønn lit landið hevur.

Hvar er tað nú, eg kann síggja hvønn lit hesi ymisku londini hava? Havi roynt at googla, men finni ymiskar versjónir. Hvar finni eg tann rætta listan, sum eg skal fyrihalda meg til?

Fyri føroyingar er tað tann danski listin, sum er galdandi. Vit mæla  tær til at fara inn á www.coronasmitte.dk. Har finnur tú í løtuni listar yvir, hvønn lit ymsu londini hava. Hetta kortið verður dagført hvørja viku.

Eg havi ferðaseðil til Grikkaland í juli, hvat skal eg gera - skal eg fara? Dekkar tryggingin, um eg avlýsi?

Her skalt tú hava í huga, hvønn lit Grikkaland er, áðrenn tú skalt avstað. Somuleiðis skalt tú kanna, hvat myndugleikarnir bæði her og í Grikkalandi mæla til, tá ein ætlar at ferðast til Grikkalands. Tað er stórur munar á, um Grikkaland er reytt/appelsingult ella grønt/gult, tá tú skalt avstað.

Børn undir 16 ár verða ikki koppsett. Hvørji eru tilmælini ímun til ferðing, sum familja – eitt nú í heyst. Væntandi eru foreldur koppsett tá, men ikki børnini. Eru serlig viðurskiftir her, ið ein skal taka atlit til?

Her verður mælt til, at tú fylgir tilmælinum hjá myndugleikunum í FO/DK og somuleiðis kannar, hvørji tilmæli gera seg galdandi í tí ávísa landinum, tú ætlar tær til. Skulu til dømis børnini í sóttarhald, men ikki tit? Hvønn lit hevur landið? Mælt verður til, at tit halda frástøðu, spritta og annars brúka vit og skil. Tryggingarliga verður í løtuni eingin munur gjørdur á, um ferðandi eru koppsett ella ikki, so í so máta eru tit øll fevnd av tryggingini á sama hátt.

 

Minst til at nýta vit og skil - og at halda tilmælini. Halt frástøðu og spritta hendurnar javnan

Tak appina “rejseklar” niður

Kunna teg á:

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum

348 600

Send teldupost