Um boðað verður frá stormi, er umráðandi at rudda alt burtur, ið liggur leyst og rekst uttanfyri. Tekur tú tað leysa uttanum húsini upp, kanst tú fyribyrgja, at eitt vindeyga brotnar ella at tekjan loysnar. Tað burdu øll gjørt. Ikki bara fyri sína egnu skyld, men eisini tí, at tað kann skaða onnur. Heimið hjá øðrum.
Tínar tryggingar á einum stað
Skuldi skaði hent, mæla vit til, at tú brúkar skipanina "Mín Trygging" til at boða frá skaðanum. Tínir fyrimunir eru:
- Stundislig fráboðan
- Møguligt at senda myndir við fráboðanini
- Skaðin verður viðgjørdur beinanvegin
- Tú fært fráboðanir, tá ið støðan broytist (t.d. tá ið málsviðgerðin byrjar, skaðin er avgreiddur v.m.)
- Yvirlit yvir tínar tryggingar, skaðar v.m.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum