Tá ið tú byrjar í starvi

Hjá Betri Trygging, gera vit nógv burturúr at taka væl ímóti tær. Vit hava eina góða mynstringarskipan, sum tryggjar, at tú lutfalsliga skjótt lærir um ymsu deildirnar, fjølbroyttu arbeiðsøkini og at tú hittir mongu starvsfelagarnar. Vit vita, at tryggingarheimurin fyri tey flestu er nýtt øki, og tí hjálpa vit tær væl á veg og læra teg um tryggingar.

Gunnar Grækarisson, leiðari sýnsøki.

Útlærdur húsasmiður og byggifrøðingur. Byrjaði í Betri Trygging í 2021.

“Tryggingarheimurin er ein nýggj verð, men tað er sera spennandi og gevandi. Síðani eg byrjaði, eri eg farin undir eina útbúgving innan tryggingar. Útbúgvingin er casebaserað, og tað eru góðir lærarar. Starvsfelagarnir eru hjálpsamir, og eg varð sera væl móttikin, tá eg kom til arbeiðis fyrstu ferð. Eg eri ikki spesialistur í øllum, men eg kann altíð spyrja, um eg ivist.”

Betri Trygging - Gunnar Grækarisson

Jú ymiskari hvør sær, jú sterkari saman

Starvsfólkini í Betri Trygging eru sera fjølbroytt. Her starvast talknúsarar og samskiftisfólk, løgfrøðingar og marknaðarføringsfólk, teldufrøðingar og kostfrøðingar – og alt harímillum. Onkur hevur lært á tryggingini og hevur starvast her í 40 ár – onnur eru júst byrjað.

Vit eru eitt stórt felag við nógvum ymsum virksiøkjum, og vit leggja okkum eftir góðari og fjøltáttaðari arbeiðsmegi. Tá fólk søkja starv, hyggja vit at fakligum førleikum, men vit leggja eisini dent á persónligar eginleikar og arbeiðsroyndir annars. Vit eru ikki bangin fyri at seta fólk við øðrvísi profili, tí vit eru av tí sannføring, at jú ymiskari vit eru hvør sær, jú sterkari eru vit saman.

Sama hvat starvsøki, tú arbeiðir innanfyri, leggja vit stóran dent á førleikamenning, sparring og gott samstarv. Tú fært tí bestu treytir til menningarmøguleikar. Tað gagnar bæði starvsfólki okkara, kundum okkara – og okkum sum fyritøku.

Jutta í Horni Hansen, løgfrøðingur.

Byrjaði sum næmingur í Betri Trygging í 1998.

”Tað er ein øgiliga positivur hugburður til førleikamenning í Betri Trygging. Tey vilja gjarna, at vit starvsfólk gerast dugnalig, og tí vilja tey eisini gera íløgur í tað. Mín uppliving er, at um okkurt skeið ella onkur undirvísing er, sum tú heldur teg kunna fáa gagn av, so verður tað altíð væl móttikið. Nógvir møguleikar eru at mennast individuelt og saman, t.d. skeið og útbúgvingar. Tað er óendaligt av tí. Eg havi tikið skeið á øllum stigunum á tryggingarakademinum umframt onnur skeið ígjøgnum míni 25 ár her.”

Betri Trygging - Jutta í Horni Hansen

Samstarv og vitanardeiling

Sama hvørjar uppgávur tú hevur í Betri Trygging, og sama hvørjari deild tú arbeiðir á, fara tað støðugt at vera uppgávur, sum krevja samstarv við starvsfelagarnar.

Í Betri Trygging raðfesta vit vitanardeiling tvørturum øki og deildir. Vit hava felags kunning, og á deildunum leggja vit okkum eftir, at øll vita, hvat hini arbeiða við.

Vit raðfesta eisini javnan at hava felags vitanardeiling, har vit læra hvør av øðrum. Tá hittast øll starvsfólkini til kunning ella fyrilestrar, sum deildirnar antin skiftast um at hava – ella sum fólk uttanífrá standa fyri.

Betri Trygging - Vitanardeiling

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.

348600

Send teldupost