Betri Pensjón - Tá tú fært tíð til tín
Tá tú fert á pensjón fært tú endiliga tíð at hugsavna teg um alt, tú annars ikki náddi. Handan bókin, tú ætlaði at skriva? Hasin motorsúkklutúrurin gjøgnum alt Evropa? Hví ikki? Tú hevur hugsað um hini alt arbeiðslívið. Nú snýr tað seg um teg. Nú hevur tú endiliga góða tíð. Men alt hetta letur seg bara gera, um tú hevur spart eitt sindur saman. Og tað er ikki nøkur loyna, at jú fyrr tú byrjar at spara saman, jú meiri hevur tú at liva fyri, tá tú fert á pensjón.

Best umtóktu tryggingarnar
Hví Betri Pensjón
Tíðindi

Betri Pensjón 15 ár
Í farnu viku vóru 15 ár liðin, síðani Betri Pensjón P/F kom á marknaðin. Hesa tíðina hava vit miðvíst arbeitt við at økja um opinleikan og gjøgnumskygnið, tá um pensjón ræður.
Marknaðarkunning frá Betri Pensjón 1. ársfj. 2022
Fyrsti fjórðingurin av 2022 er nú liðin og sigast kann, at tað hevur verið hendingaríkt, um enn ikki serliga hugaligt. Yvirskriftirnar, ið seinastu árin

Kundar hjá Betri Pensjón: Nærum 150 milliónir í avkasti í fjør
Kundarnir hjá Betri Pensjón fingu gott avkast í fjør, tí tilsamans vórðu út við 150 milliónir kr settar inn á pensjónskonturnar. - Vit eru errin av, at kundar okkara sjálvir kunnu velja váðastøðið á síni pensjón og soleiðis vera við til at ávirka sítt egna úrslit. Í fjør gekk væl, og tey við hægsta váða fingu omanfyri 27% í avkasti. Tað er heilt einastandandi, sigur Helgi L. Petersen stjóri í Betri Pensjón
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú ráðgeving ella hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.