Persónsdátapolitikkur
Dagførdur januar 2023
Betri Trygging P/f (vit) er dátuábyrgdari fyri tær persónsupplýsingar, sum vit viðgera.
Endamálið við persónsdátupolitikkinum er, at tú skalt kenna teg trygga/an við, hvussu vit viðgera tínar persónsupplýsingar.
Her kanst tú kunna teg um:
- hvørjar persónar vit viðgera persónsupplýsingar hjá
- hvørjar upplýsingar vit savna inn
- hvaðani vit fáa tær
- hvørjum vit lata upplýsingarnar og
- hvussu leingi vit goyma tær.
Vit hava tagnarskyldu
Vit hava tagnarskyldu sambært lóg um tryggingarvirksemi og viðgera tínar persónsupplýsingar í trúnaði. Tagnarskyldan er eisini galdandi innanhýsis millum starvsfólk okkara. Vit lata ikki tínar upplýsingar víðari, uttan at tú hevur givið samtykki ella um vit hava aðra lógliga heimild til tað í t.d. lóg um tryggingarvirksemi ella í dátuverndarlóggávuni.
Vit viðgera persónsupplýsingar í mun til endamálið við viðgerðini.
A. Gera tilboð ella tekna trygging
B. Viðgera skaðar
C. Kanna illgruna um svik og umsita tryggingaravtalur
D. Greina, gera hagtøl og analysur
E. Marknaðarføra produkt
F. Annað samskifti við teg
Í 2. parti kanst tú lesa um, hvussu vit verja tínar persónsupplýsingar, tá vit
G. Samskifta við telduposti
H. Viðgera tínar upplýsingar talgilt
I. Varnast brot á persónsdátatrygdina
J. Lata persónsdáta víðari til onnur
K. Flyta upplýsingar til triðjaland
Í 3. parti kanst tú lesa um tíni persónsdáturættindi
L. Taka samtykki aftur
M. Onnur persónsdáturættindi
Í 4. parti kanst tú lesa um, hvussu tú kemur í samband við okkum og um at kæra
1. Soleiðis viðgera vit persónsupplýsingar um teg, tá vit
A. Gera tilboð ella tekna trygging
Tá vit gera eina tryggingaravtalu, viðgera vit upplýsingar um tann, sum teknar tryggingina (tryggingartakaran) og aðrar persónar, sum eru tengdir at tryggingini, sí Dátuverndarlógina § 8.
Persónsupplýsingar kunnu flokkast soleiðis:
- Tryggingartakari
- Tryggjaðu (vanliga hjúnafelagi/samlivi, børn og tryggjað á kollektivum tryggingum, sum t.d. heilsutryggingar, ið arbeiðsgevari rindar)
- Umboð/kontaktpersónar
- Rættindahavarar
Flokkar av persónsupplýsingum
Vit savna og brúka einans tær upplýsingar, ið eru neyðugar til at gera, umsita og lúka tryggingaravtaluna eins og til at stýra okkara tryggingarvirksemi. Tær upplýsingar sum vit viðgera í sambandi við inntekning, eru treytaðar av hvat slag av trygging, talan er um.
Persónsupplýsingar kunnu flokkast soleiðis
- Kontaktupplýsingar (t.d. navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar)
- Føðingardagur og persónstal
- Navn og persónstal á tilskilaðum persónum
- Gjaldsupplýsingar
- Heilsuupplýsingar
- Tryggingarupplýsingar um teg ella tryggjaða (t.d. starv, upplýsingar um fyrrverandi tryggingar, pensjónir og skaðar í øðrum felagi)
- Tilknýti til samstarvsfelagar okkara og møguligur fakfelagslimaskapur, um tú teknar trygging gjøgnum ein limafelagsskap, banka, felag, arbeiðsgevara ella onnur har tú fært fyrimunarskipanir, so sum avsláttur ella linari heilsukrøv
Savnan og víðarilatan av persónsupplýsingum
Keldur til upplýsingar kunnu vera:
- Tryggingartakari
- Landsfólkayvirlitið (til dagføring av bústaði)
- Helbred og Forsikring
- Heilsuverkið
- Onnur tryggingarfeløg
- Samstarvsfelagar, ið geva tær rætt til fyrimunir og avsláttur
- Samstarvsfelagar og veitarar, sum hjálpa okkum við umsiting og veitingum í sambandi við tína tryggingaravtalu
- Arbeiðsgevarar (í sambandi við kollektivar tryggingar) og pensjónskassar
- Umboð/kontaktpersónar
Í ávísum førum biðja vit um upplýsingar um tínar tryggingar frá tínum núverandi og fyrrverandi tryggingarfeløgum, eins og vit samskifta við samstarvsfelagar, sum geva tær rættindi til fyrimunarskipanir og avsláttur. Hetta biðja vit teg um samtykki til.
Goymsla
Vit goyma persónsupplýsingar, so leingi tað er neyðugt fyri at røkka málinum við viðgerðini. Tað merkir, at vit goyma upplýsingarnar so leingi, sum vit kunnu fáa eitt krav, eru bundin at gera tað sambært lóggávu (t.d roknskaparlóginini og tryggingaravtalulógini) ella tá vit hava annað sakligt endamál við goymsluni.
Vit goyma tilboð til privat og til einstaklingavirki upp til 6 mánaðir, um tú ikki góðtekur tilboðið.
Um tú teknar eina trygging, taka vit støði í galdandi fyrningarlóggávu, har treytaleysu fyrningarfreistirnar eru ávikavíst 2, 5 og 20 ár frá tí at tryggingin fer úr gildi. Hetta verður gjørt, tí skaðar kunnu blíva fráboðaðir seinni. Vit goyma tryggingarskjalið, so leingi sum skaði er skrásettur.
B. Viðgera skaðar
Tá vit viðgera skaðar á privatum, vinnuligum og kollektivum tryggingum, skráseta vit einans upplýsingar um persónar, sum eru neyðugar fyri at viðgera skaða og áseta endurgjaldið, sí Dátuverndarlógina §§ 7 og 8.
Skrásetingar kunnu flokkast soleiðis:
- Tryggingartakari
- Tryggjaði t.d. hjúnafelagi/samlivi og børn ella tryggjað á kollektivum tryggingum
- Rættindahavarar
- Skaddi
- Skaðaelvari
- Mótpartur
- Vitni
- Samstarvsfelagar og viðgerar
- Umboð/kontaktpersónar
Persónsupplýsingar, sum vit savna, brúka og viðgera
Í skaðaviðgerðini viðgera og skráseta vit einans tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at meta um skaðan. Hetta er treytað av einstaka málinum.
Persónsupplýsingar kunnu vera flokkaðar soleiðis:
- Kontaktupplýsingar (t.d. navn, bústaður, teldupostadressa og telefonnummar)
- Føðingardagur og møguligt persónstal
- Gjaldsupplýsingar
- Starvsviðurskifti
- Upplýsingar um tryggingarviðurskifti (um núverandi og fyrrverandi tryggingar í øðrum tryggingarfeløgum, um skaðar, sløg av skaðum, skaðagongd, útgoldin skaðaendurgjøld, skaðaskjøl eins og dagfesting og orsøk fyri møguligari uppsøgn).
- Upplýsingar um skaddar lutir (t.d. aldur, keypsprísur og kanningarúrslit)
- Hendingar í sambandi við skaða (t.d. kanning, rekonstruktión av einum óhappi, sýnsfrágreiðing og politifrágreiðing)
- Skaðadagfesting, skaðaslag, skaðahending, skaðaorsøk v.m.
- Upplýsingar um heilsustøðu, sjúku og samband við heilsuverk
- Løn, sosial og fíggjarlig viðurskifti (tá endurgjaldskrøv verða gjørd upp)
- Myndir, filmar o.tíl.
Savnan og víðarilatan av persónsupplýsingum
Vit lata einans tær neyðugu persónsupplýsingarnar víðari, tá tað er fortreyt fyri at kunna viðgera tín skaða saman við samstarvsfelagum okkara, ella tá vit rættarliga hava skyldu til tað (eitt nú fráboðan til Taks í sambandi við leypandi útgjøld av endurgjaldi).
Keldur til upplýsingar og flokkar av móttakarum kunnu vera:
- Tryggingartakari
- Tryggjaðu (vanliga hjúnafelagi/samlivi, børn og tryggjað á kollektivum tryggingum)
- Rættindahavarar
- Skaddi
- Skaðaelvari
- Vitni og onnur
- Samstarvsfelagar og veitarar, sum hjálpa okkum við umsiting, viðgerð, meting ella umvæling av skaðum, so sum metingarfólk, verkstøð, neyðtænasta og flutningsfólk
- Viðgerar t.d. læknar, serlæknar, tannlæknar, sálarfrøðingar, fysioterapeutar v.m.
- Vanlukkutryggingarráðið
- Almennir myndugleikar, so sum kommunur, Taks og løgregla
- Landsfólkayvirlitið (at dagføra bústaðir)
- Kærunevnd, kærumyndugleikar og dómstólar
- Onnur tryggingarfeløg (t.d. aftursókn har vit eiga pening til góðar hjá øðrum tryggingarfelagi ella har onnur tryggingarfeløg seta krøv fram móti okkum)
- Veðhavarar
- Feløg, ið langtíðarleiga
- Tey, sum keypa skaddar lutir (t.d. skaddar bilar og maskinur)
- Umboð/kontaktpersónar
- Aðrar deildir í Betri Trygging (t.d. tá neyðugt er at flyta upplýsingar millum arbeiðsskaða-, ábyrgdar- og vanlukkutrygging, tí talan er um eina og somu skaðahending).
Tá persónskaði er, sæst á skjalinum til samtykki, sum tú undirskrivar, hvørjum vit savna upplýsingar inn frá og hvønn vit, við tínum samtykki, lata upplýsingar víðari til. Talan kann vera um serlæknar, sum skulu gera eina serstaka læknaváttan, fyrrverandi og núverandi bústaðarkommunur, Vanlukkutryggingarráðið og aðrir nágreiniliga lýstir móttakarar.
Goymsla
Vit goyma persónsupplýsingar, so leingi tað er neyðugt fyri at røkka málinum við viðgerðini. Tað merkir, at vit goyma upplýsingarnar so leingi, sum vit kunnu fáa eitt krav, eru bundin at gera tað sambært lóggávu (t.d roknskaparlógini og tryggingaravtalulógini) ella vit hava annað sakligt endamál við goymsluni.
Vit goyma upplýsingar um skaðar við støði í galdandi fyrningarlóggávu, har treytaleysu fyrningarfreistirnar eru ávikavíst 2, 5 og 20 ár frá fráboðan, tí tað kann gerast neyðugt, at taka ein skaða upp aftur av nýggjum.
C. Kanna illgruna um svik og umsita tryggingaravtalur
Vit hava rættarligan áhuga í at eftirkanna, um títt krav um endurgjald er rætt og at tryggja at kundar okkara ikki skulu gjalda hægri tryggingargjøld orsakað av tryggingarsviki. sí Dátuverndarlógina §§ 7, 13 og 36.
Tá illgruni er um tryggingarsvik, so fylgja vit mannagongdini hjá Forsikring og Pension, sum er okkara vinnugreinafelag. Hesar mannagongdir lýsa rættarligar og etiskar meginreglur fyri hvussu tryggingar- og pensjónsfeløg eiga at handla í málum, tá illgruni er um tryggingarsvik. Umframt tær upplýsingar og keldur, sum vanliga eru í okkara skaðaviðgerð, so leita vit okkum, í samsvari við mannagongdirnar, eisini upplýsingar frá alment atkomiligum keldum og opnum profilum á sosialu miðlunum.
D. Greina, gera hagtøl og analysur
At greina, gera hagtøl og analysur
Greining er eitt og hvørt slag av sjálvvirkandi viðgerð av persónsupplýsingum.
Vit greina t.d. tá vit:
- Gera modell til at meta um t.d. lønsemi, prísáseting, møguleika fyri sølu, meirsølu og meting av skaðaútgjøldum o.s.fr.
Sí Dátuverndarlógina §§ 8, 13, 17, 35 og 36.
Vit brúka eisini tínar upplýsingar til hagtøl, analysur og modell, herundir greiningar til at betra um okkara produkt, tænastur, tilboð, ráðgeving og tekniskar loysnir og til at stýra okkara tryggingarvirksemi, her íroknað:
- Hagtøl, analysur og modell til váðastýring og tryggingarsamskifti t.d. at gera tryggingargjaldsskráir, produkttilmæli, at hava eftirlit við lønsemi, yvirskipaðar broytingar av prísi og treytum, tryggingarligar avsetingar, solvens og endurtrygging. Grundarlagið fyri hesum er m.a. Lóg um tryggingarvirksemi, herundir leiðslukunngerðin, kunngerð um solvens og rakstrarætlanir hjá tryggingarfeløgum og Dátuverndarlógin kapittul 4.
- Hagtøl, analysur og modell til stýring av tryggingarvirksemi okkara, íroknað við høvuðsdenti á lønsemi, vøkstur, virkisføri, sølu og meirsølu, tænastu og skaðaviðgerð, kundar og tryggingarskjøl, ið eru komin og farin.
- Onnur hagtøl, analysur og modell til at menna okkara virksemi t.d. marknaðarføringsátøk og málrættan av samskifti, sí Dátuverndarlógina §§ 17 og 18.
Goymsla
Vit goyma persónsupplýsingar, so leingi tað er neyðugt fyri at røkka málinum við viðgerðini. Tað merkir, at vit goyma upplýsingarnar so leingi, sum vit kunnu fáa eitt krav, eru bundin at gera tað sambært lóggávu (t.d roknskaparlógini og tryggingaravtalulógini) ella vit hava annað sakligt endamál við goymsluni.
E. Marknaðarføra produkt
Vit kunna um tíðindi, fyrimunir og tilboð uppá tryggingar og skaðafyribyrgjandi produkt.
Marknaðarføringin fer í høvuðsheitum fram gjøgnum heimasíðuna, appina, sølulýsingar og á sosialu miðlum okkara.
F. Annað samskifti við teg
Tá tú kontaktar okkum við spurningum um eitt nú tryggingar ella kærur, ella tú ert umboð ella kontaktpersónur fyri ein av okkara kundum, veitarum ella samstarvsfelagum, viðgera vit tínar persónsupplýsingar fyri at geva røttu hjálpina, ráðgevingina ella tænastuna, sí Dátuverndarlógina §§ 7 og 8.
Tekur tú lut í eini nøgdsemiskanning á netinum, goyma vit títt svar. Vit goyma ikki tín netidentifikator (IP-adressu og farspor).
2. Soleiðis verja vit tínar persónsupplýsingar, tá vit
G. Samskifta við telduposti
Um vit senda tær teldupostar við persónsnummari ella viðkvomum persónsupplýsingum, so brongla vit teldupostin. Vit gera vart við, at vit ikki kunnu veita vissu fyri trúnað og nýtslu av bronglingini, tá telduposturin er móttikin í tínum ambætara ella tá tú sendir okkum teldupostar, tí hetta veldst um tín veitara. Vit kunnu móttaka teldupostar, sum eru flutningsbronglaðir (TLS), um hetta riggar sambært tínum veitara.
Tað er týdningarmikið, at tú velur ein álítandi og tryggan veitara, ið sum standard veitir skipanir, sum kunnu móttaka teldupostar sum eru flutningsbronglaðir. Tú eigur eisini at tryggja tína kontu við einum sterkum loyniorði og 2-faktorlogin.
H. Viðgera tínar upplýsingar talgilt
Vit brúka farspor (cookies), tá tú vitjar okkara heimasíðu. Les vegleiðingina og fá meiri kunning, eitt nú um, hvussu tú gert sporingina av farsporum óvirkna.
Farsporpolitikkin finnur tú niðast á heimasíðuni betri.fo
Tá tú fyllir út eitt oyðublað um samband, keypir eina trygging, biður um tilboð ella boðar frá skaða á netinum, skráseta vit tær upplýsingarnar, tú gevur okkum. Tín skaðafráboðan verður bronglað. Vit goyma upplýsingarnar, so leingi sum tað er neyðugt í samsvari við vanligu leiðreglurnar fyri goymslu.
Á heimasíðuni betri.fo undir knøttinum Rita inn/Mín Trygging, finnur tú upplýsingar um tínar tryggingar. Tú ritar inn við Samleikanum. Mín Trygging er eisini sum app.
Tá tú nýtir appina (applikatión), kanst tú lesa meir um okkara viðgerð av persónsupplýsingum í treytunum.
Facebook
Tá tú vitjar okkara facebooksíðu, savnar og viðger Facebook persónsupplýsingar um teg, sum lýst í Dátupolitikkinum og Farsporpolitikkinum hjá Facebook. Kunna teg um hetta á hesum leinkjum: Dátupolitikkur. Farsporpolitikkur.
Upplýsingarnar verða savnaðar soleiðis, at Facebook leggur farspor á tína teldu ella eind og savnar upplýsingar, sum eru goymdar í hesum farsporum, tá tú nýtir ymsu facebookproduktini. Hetta hendir, tá tú ert virkin á okkara facebooksíðu, eitt nú við at “dáma”, “deila” ella at gera viðmerking til eitt hvørt vit hava lagt á síðuna. Slík farspor eru virkin í tvey ár, um tú ikki strikar tey.
Facebook brúkar upplýsingarnar til at menna lýsingar teirra og til at laga marknaðarføring teirra til facebooksíðu okkara. Vit fáa regluliga hagtøl um facebookbrúkarar, sum hava verið virknir á okkara facebooksíðu. Hesi hagtøl kunnu vit brúka til at laga marknaðarføringina til ymsu málbólkarnar.
Vit eru tí saman við Facebook um ábyrgdina fyri dátusavningini. Tað merkir, at tú til eina og hvørja tíð kanst gera tíni rættindi sambært persóndátureglunum galdandi, bæði yvir fyri okkum og yvir fyri Facebook.
Vert er at hugsa um, at tá tú skrivar til okkum á Facebook, so kann Betri Trygging ikki brongla, verja, rætta ella strika tínar upplýsingar. Vit mæla tí til, at tú í staðin ringir til okkum á 348 600.
I. Uppliva brot á persónsdátatrygdina
Vit hava skyldu til at fráboða Dátueftirlitunum tey dátubrot, sum henda hjá okkum og dátuviðgerum okkara. Okkara dátuviðgerar arbeiða eftir boðum frá okkum og skulu lúka okkara krøv bæði fyrsitingarliga, tekniskt og viðvíkjandi trygdini.
Varnast vit brot á persónsdátutrygdina, hava vit sambært persónsdátulóggávuni skyldu til at boða Dátueftirlitinum frá innan 72 tímar.
Er sannlíkt at brotið á persónsdátutrygdina hevur við sær stóran vanda fyri rættindum og frælsisrættindum hjá fysiskum persónum, so hava vit skyldu til at kunna teg beinleiðis. Tað vil siga, um telefon, teldupost, sms, á okkara heimasíðu ella í miðlunum, alt eftir hvørjar kontaktupplýsingar vit hava um tey, ið hetta ávirkar og í mun til álvaran í dátubrotinum.
Um tú av misgáum skuldi fingið eitt bræv ella ein teldupost, ið var ætlað/ætlaður øðrum kundum okkara, eigur tú at siga okkum frá við telduposti á betri@trygging.fo ella við at ringja á tlf: 348 600.
J. Lata persónsdáta víðari til onnur
Vit lata ikki tíni persónsdáta víðari til onnur, uttan so at tú hevur givið samtykki til tað, ella vit hava annað lógligt grundarlag fyri hesum í t.d. roknskaparlógini ella persónsdátalóggávuni.
Persónsupplýsingar verða latnar øðrum, tá tað er neyðugt fyri t.d. at gera og umsita tína tryggingaravtalu, viðgera tín skaða, ella um tú ynskir at brúka sambandið við okkum til at fáa avsláttur ella aðrar fyrimunir hjá einum samstarvsfelaga.
Samstarvsfelagar okkara kunnu annaðhvørt virka sum okkara longdi armur og arbeiða eftir boðum frá okkum (dátuviðgerar), ella kunnu teir vera sjálvstøðugir dátuábyrgdarar eins og vit.
Vit brúka dátuviðgerar til m.a. menning, hýsing, telduveiting og rakstur.
Tá avtala verður gjørd við ein dátuviðgera um at viðgera tínar persónsupplýsingar okkara vegna, leggja vit dent á, at dátuviðgerin eisini er førur fyri at viðgera tínar persónsupplýsingar á ein tryggan hátt og samsvarandi lóggávuni. Vit gera tí eina váðameting av okkara dátuviðgerum, áðrenn vit gera eina avtalu og lata teimum tínar persónsupplýsingar.
Eru samstarvsfelagar okkara sjálvstøðugir dátuábyrgdarar eins og vit, skulu teir eisini handfara møgulig ynski, ið tú hevur um at nýta tíni persónsdátarættindi (sí niðanfyri).
K. Flutningur til onnur lond
Vit brúka dátuviðgerar í øðrum londum í sambandi við kunningartøkniliga menning og rakstur, hetta samsvarandi loyvi frá viðkomandi myndugleikum og galdandi lóggávu.
3. Tíni persónsdáturættindi
L. Taka samtykki aftur
Tú kanst geva okkum títt samtykki annaðhvørt munnliga og/ella skrivliga.
Av tí at viðgerðin av tínum persónsupplýsingum er treytað av tínum samtykki, hevur tú rætt til at taka samtykkið aftur. Tað merkir, at vit frameftir steðga við at brúka títt samtykki sum viðgerðargrundarlag.
At tú tekur samtykki aftur, ávirkar ikki lógarheimildina fyri viðgerðini, ið vit framdu, áðrenn tú tók samtykkið aftur. Afturtøkan fevnir einans um tær upplýsingar, ið eru viðgjørdar grundaðar á samtykki, men ikki um upplýsingar, sum vit viðgera á øðrum lógligum grundarlagi t.d. Dátuverndarlógin § 9. Tú kanst taka samtykki aftur við at ringja til okkum á tlf: 348 600 ella við at venda tær til deildina, sum hevur biðið teg um samtykki.
M. Onnur persónsdáturættindi
Tá vit viðgera tínar persónsupplýsingar hevur tú nøkur rættindi.
Tú hevur rætt til innlit í tær persónsupplýsingar um teg, sum vit viðgera.
Tú hevur rætt til at fáa rættingar gjørdar. Tað vil siga, at fáa skeivar upplýsingar um teg rættaðar, ella at fáa upplýsingar lagdar afturat, um hetta ger tínar persónsupplýsingar meiri fullfíggjaðar ella dagførdar. Tú kanst altíð rætta í tínum upplýsingum við at ringja ella skriva til okkum.
Tú hevur rætt til striking, sum merkir, at tú í ávísum førum hevur rætt til fáa persónsupplýsingar um teg, sum eftir ætlan skulu strikast, áðrenn tíðspunktið har okkara vanliga striking verður framd.
Tú hevur rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Tað merkir, at tú í ávísum førum hevur rætt til at vit frameftir einans viðgera upplýsingar – burtursæð frá goymslu –
- við samtykki frá tær,
- við tí endamáli at eitt rættarkrav verður ásett,
- við tí endamáli at eitt rættarkrav verður gjørt galdandi,
- við tí endamáli at eitt rættarkrav verður vart,
- við tí endamáli at verja ein persón, ella
- fyri at verja týðandi samfelagsáhugamál.
Tú hevur í ávísum førum rætt til at mótmæla. Tað merkir, at tú hevur rætt til at mótmæla okkara annars lógligu viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Tú kanst, av orsøkum sum viðvíkja tíni serstøku støðu, mótmæla at vit viðgera tínar upplýsingar grundað á Dátuverndarlógina §§ 32-34. Talan kann vera um støður har:
- vit viðgera tínar upplýsingar í eini trygging ella einum skaðamáli, uttan at tú hevur gjørt eina tryggingaravtalu við okkum, ella uttan at tað er neyðugt fyri at gera ein skaða upp, t.d. um tú ert skrásett/-ur sum avvarðandi hjá einum tryggingartakara,
- vit brúka tínar upplýsingar til hagtøl, analysur og frymlar til at bøta um okkara virksemi, uttan at vit hava rættarliga skyldu til hetta ella uttan, at tað er í sambandi við týðandi samfelagsáhugamál,
- vit nýta tínar upplýsingar til at meta um vandan fyri sviki,
- vit brúka tínar upplýsingar til at málrætta okkara samskifti, ella
- vit goyma tínar upplýsingar fyri at tryggja okkara skipanir.
Tá talan er um sjálvvirkandi avgerðir, hevur tú altíð rætt til at fáa viðurskiftini mett av einum persóni. Tað kann t.d. vera, tá tú fært eitt tilboð ella teknar eina trygging online, ella um tú boðar frá skaða á netinum, har okkara prísir og metingar av tínum fulnaðum ella endurgjaldsáseting eru grundað á eina sjálvvirkandi avgerð. Tú hevur rætt til at tosa við okkum, um tú ynskir eina frágreiðing um avgerðina ella tú vilt mótmæla henni.
Tú hevur rætt til dátaflutning (portabilitet). Hetta merkir, at tú í einum skipaðum, vanliga nýttum formati, ið kann lesast á maskinu, kanst fáa tær persónsupplýsingar, ið tú hevur givið okkum, og fáa hesar fluttar til annað tryggingarfelag.
Tú kanst lesa meir um tíni rættindi í vegleiðingum um rættindi teirra skrásettu, sum er at finna á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.
4. Soleiðis kanst tú seta teg í samband við okkum – ella kæra
N. Soleiðis kanst tú seta teg í samband við okkum – ella kæra
Betri Trygging
Kongabrúgvin
Postboks 329
110 Tórshavn
Teldupostur: betri@trygging.fo
Hevur tú fleiri spurningar, um hvussu vit viðgera tínar persónsupplýsingar, ella ynskir tú at brúka tíni persónsdátarættindi, kanst tú altíð seta teg í samband við okkum á betri@trygging.fo ella ringja til okkum á tlf: 348 600. Síðani seta vit teg í samband við ta deildina, ið kann svara tínum fyrispurningi.
Um tú vilt kæra um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, so send okkum ein teldupost á betri@trygging.fo
Tú kanst eisini skriva til dátuverndarráðgeva okkara á dpo@trygging.fo
Dátueftirlitið hevur eftirlit við at reglurnar í persónsdátulóggávuni verða fylgdar. Tú kanst kæra til:
Dátueftirlitið,
Sigmundargøta 13, Postboks 300,
FO-110 Tórshavn,
Teldupostur: dat@dat.fo
Vit vóna, at tú fyrst vendir tær til okkum, so vit kunnu hjálpa tær. Hetta gera vit við at meta um títt kærumál, greina tað og rætta møguligar misskiljingar.