Motorsúkkla 

Eigur tú eina motorsúkklu, hava vit tvær ymiskar tryggingar í at velja. Onnur er lógarkravd, og hina kanst tú tekna, um tú vilt tryggja súkkluna, sum best.  

Lógarkravda ábyrgdartryggingin tekur við, um tú við motorsúkkluni gert skaða á onnur akfør, ognir hjá øðrum ella á fólk. Hon tryggjar teg sostatt móti skaðum, tú gert á onnur.

Hin er skrokktryggingin, ið tekur við skaðum, sum tín egna motorsúkkla fær. Til dømis um tú verður partur av einum ferðsluóhappi - ella um onkur annar ger skaða á tína motorsúkklu uttan at boða tær frá. Hendan tryggingin veitir tær sostatt endurgjald, um motorsúkklan fær skaða.

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

Vel ta motorsúkklutryggingina, sum hóskar best til tín

Motorsúkkla

Ábyrgdartrygging

  • Lógarkravd trygging
  • Fevnir um skaðar, tú gert á onnur
Motorsúkkla

Ábyrgdartrygging við skrokktrygging

  • Tilvalstrygging
  • Fevnir um skaðar, tú gert á onnur
  • Fevnir um skaðar, sum tín motorsúkkla fær
  • Sjálvsábyrgd á 3.000 kr

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost