Søk hjá okkum
Í Betri Trygging hava vit fleiri ymsar deildir, ið loysa ymsar uppgávur og sum tí krevja ymsar førleikar. Okkum tørvar nógvar ymsar fakbólkar – alt frá talknúsarum til samskifti, frá HR til KT, frá føðslu til løgfrøðingar.
Vit eru sera áhugað í samstarvi við lesandi, sum vilja nema sær arbeiðsroyndir og koma í starvsvenjing hjá okkum.
Hvat vænta vit av tær?
Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert íðin eftir at læra og tú dugir væl at skipa arbeiðið.
Tú kanst eitt nú lesa:
- KT-verkfrøði,
- Løgfrøði,
- Fíggjarbúskap,
- Framleiðslutøkni,
- Innovatión og íverksetan,
- Marknaðarførslubúskap
- Byggifrøði,
- HR,
- Diplom í leiðslu
- Hava vit gloymt okkurt fakøki? Lat okkum frætta.
Vit vænta ikki, at tú kennir nakað til tryggingarheimin. Mest týðandi er, at tú ert forvitin og vilt royna okkurt nýtt – vit skulu nokk læra teg tað, sum tú skalt vita um tryggingar.
Hvat kanst tú vænta av okkum?
- Ein mentor/vegleiðara
- Møguleika at menna teg innan títt fakøki
- Kantinu
- Fitnesshøli
Vinn-vinn
Fyrimunurin fyri teg er, at tú fært nýtt tey amboð, ið tú hevur fingið undir lesnaði, og at tú lærir nakað um arbeiðsmarknaðin.
Fyri okkum er tað gott at fáa nýggjastu vitanina í húsið og at fáa fólk inn, sum seta spurnaðartekin og kritiskar spurningar. Vit vilja vera fremst og best, og tá er gott at bjóða vanahugsanini av.
Hvussu skalt tú søkja?
Send okkum eina umsókn, har tú sigur okkum eitt sindur um teg sjálva/n, tín lesnað og hví tú kundi hugsað tær at komið í starvsvenjing. Gott er, um vit kunnu fáa umsóknina minst tríggjar mánaðir, áðrenn starvsvenjingin skal byrja. Send umsóknina til starv@trygging.fo
Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina ella hevur onkrar spurningar.
Les meira um okkum her
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.