Innbúgv
Tá vit tosa um innbúgv, tosa vit um møblar, brúkslutir, køkslutir, amboð, klæðir, list, ja, í stuttum kunnu vit siga, at alt tað, sum hevði dottið út, sum vit tóku húsini, vendu teimum á høvdið og rystu tey, kann roknast upp í innbúgvið.

Ein innbústrygging tryggjar títt innbúgv – bæði møblar, klæði, sjónvarp, teldur o.s.fr.
Innbúgv, sum er lænt ella leigað, er eisini fevnt av tryggingini, um onnur trygging ikki er galdandi.
Skuldi tú mist alt, eitt nú av eldi, hevði tað sannlíkt verið dýrt at keypt alt aftur, og tí er umráðandi at hava innbústrygging, so tú hevur rætt til endurgjald. Endurgjaldið verður latið eftir tí, sum tú hevur upplýst okkum um virðið. Hevur tú t.d. undirmett, hvat innbúgvið er vert, fært tú tí ikki fult endurgjald, um skaðin hendir. Og ofta eiga vit meira, enn vit halda - tí er umráðandi at áseta rætt tryggingarvirði.
Tilvalstryggingar
Tú hevur møguleika at velja tilvalstryggingar til tína innbústrygging. Vit viðmæla teimum flestu at hava hesi tilval:
- Brádligur skaði (fevnir um brádligar skaðar, ið henda, tá lutir sum t.d. telefonir, teldur, stell ella klæðir brotna, skrædna ella á annan hátt gerast óbrúkilig)
- Elskaði (fevnir um skaðar á elektrisk tól og leidningar orsakað av t.d. streymsliti)
Áset rætta trygginarvirðið
Prísurin á innbústryggingini veldst um, hvussu nógv ting tú eigur, og hvussu dýr ting tú eigur. Tað er tíverri ein sannroynd, at tey allarflestu eru undirtryggjað, tá tað kemur til innbúgvið. Vit undirmeta heilt einfalt, hvat tað kostar at keypa alt av nýggjum, um ólukka rakar.
Við innbúsroknaranum niðanfyri kanst tú kanna, um tú ert á beinari leið.
Dagfør innbústryggingina í Mín Trygging
Tú kanst skjótt og lætt síggja og broyta tryggingarupphæddina á tínum innbúgvi í appini.Á ”Mín Trygging” kanst tú:
- Síggja tryggingarupphæddina, ið vit viðmæla til títt innbúgv
- Broyta tryggingarupphæddina á tíni innbústrygging
- Broyta tilvalini til tína innbústrygging
Ynskir tú at vita neyva virðið á tínum innbúgvi, mæla vit til, at tú fert neyvari til verka og veruliga setur prís á tað, tú eigur. Trýst her.
Vel ta innbústrygging, sum hóskar best til tín
Afturat vanligu innbústryggingini bjóða vit ymisk tilval, ið gera, at tú kanst laga tryggingina júst til tín tørv
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.
