Akfør undir 3500kg
Við biltryggingini til vinnubilar frá Betri Trygging kanst tú velja ta tryggingina, sum hóskar best til tín tørv.
Lógin sigur, at bilurin í minsta lagi skal ábyrgdartryggjast. Tað merkir, at tryggingin tekur við, um tú gert skaða á onnur akfør, ognir hjá øðrum ella á fólk.
Vilt tú eisini tryggja bilin, skalt tú velja eina skrokktrygging. Hon tekur við, um bilurin fær skaða til dømis í ferðsluóhappi – ella um onkur ger skaða á hann uttan at boða frá.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Skrokktryggingin fevnir hartil um
Nývirðisendurgjald
Nývirðisendurgjald er, at tú kanst keypa tær spildurnýggjan bil, um tín fær stóran skaða. Er bert galdandi fyri bilar, ið eru eitt ár ella yngri. Kostnaðurin fyri umvæling skal vera hægri enn 50% av nývirðinum. Bilurin skal vera verksmiðjunýggjur, tá ið tryggingin verður teknað.
Lyklafulnað
Tryggingin veitir endurgjald, tá lykil til tryggjaða akfarið verður stolin ella mistur.
Rættarhjálp
Við hesum fært tú fíggjarligan stuðul til sakførarahjálp.
Skeiv áfylling
Tryggingin veitir endurgjald, um so er, at skeivt brennievni er latið á akfarið og tað ikki hevur verið tendrað síðani.
Nummarplátustuldur
Tryggingin fevnir um nummarplátustuldur.
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.