Tíðindi

Ársaðalfundur í Betri Banka P/F
Boðað verður til ársaðalfundar í høvuðssæti bankans, Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn fríggjadagin 14. apríl 2023, kl. 10:00

Betri Banki hækkar inn- og útlánsrenturnar
Higartil í ár hevur Danski Tjóðbankin hækkað rentuna í tveimum umførum við samanlagt 0,85%-stigum. Hetta verður gjørt fyri at tálma eftirspurninginum eftir vørum og tænastum og harvið minka um inflasjónina. Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar.

Boðað verður til ársaðalfundar í Ognarfelag Tryggingartakaranna
Boðað verður til ársaðalfundar í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Fríggjadagin 14. apríl kl. 17.00 á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn.

Omanfyri 12.000 skaðar endurrindaðir í 2022
- Nú 2022 er gjørt upp, er greitt, at tað vóru væl fleiri skaðar, enn undanfarin ár. Skaðatalið bendir á, at virksemið í landinum hevur verið sera høgt seinasta árið, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, sum rindaði 225 milliónir kr. í skaðaendurgjøldum í 2022

Eitt felag, vit eiga í felag
Tað, sum vit forvinna í krónum og oyrum á hvørjum ári, lata vit sum stuðul til samfelagsgagnlig endamál og sum limakrónur til allar limirnar. Hví? Tí samanhald er grundarlagið undir felagnum. Betri hevur altíð verið eitt felag, vit eiga í felag, so tá ið vit býta út av tí, sum vit forvinna, so er hetta bara ein ítøkiliggerð av hesum sterka samanhaldi.