Stuldur og sjúka. Tað er tað, ið vit oftast fáa fráboðan um, tá fólk eru uttanlands og ferðast. Á síðuni her hava vit savnað nøkur góð ráð, so tú kanst njóta feriuna uttan at stúra.
Áðrenn tú bíleggur ferðina og í seinasta lagi, áðrenn tú fert av landinum, mást tú kanna, um tú hevur eina galdandi ferðatrygging. Eisini er sera umráðandi at kanna, um økið, tú ætlar tær til, er umfatað av tíni ferðatrygging.
At minnast til, tá tú skal uttanlands
- Pass – kanna í góðari tíð áðrenn fráferð nær passið gongur út. Ymsu londini hava ymsar passreglur, og summi lond krevja t.d., at passið ikki skal ganga út upp til seks mánaðir eftir at tú ert komin heimaftur. Kanna tí eisini passreglurnar í landinum, har tú skalt ferðast
- Visum – ávís lond krevja visum fyri at sleppa inn í landið
- Ferðaseðil
- Ferðatrygging
- Bláa kortið (um tú hevur Ársferð)
- Reyða ella grøna kortið (um tú ferðast uttanlands í bili)
- Heilivág – møguliga læknaváttan
- Koppsetingar
- Valuta og gjaldskort
Soleiðis tryggja vit teg, tá tú fert uttanlands
Soleiðis tryggja vit teg, tá tú fert uttanlands
Um onkur stjelur frá tær á ferðini, er tað innbúgvstryggingin, sum tekur við. Er viðførið burtublivið á sjálvari fráferðini, er tað somuleiðis innbúgvstryggingin, sum tekur við.
Um tú ferðast við bili
Tá tú fert frá bilinum, mást tú minnast til at taka teldur, telduspøl, GPSara, myndatól, fartelefon, pass, pengar og aðrar virðislutir við tær.
Um onkur brýtur inn í bilin og virðislutir verða stolnir, tekur tryggingin ikki við, um hesir liggja frammi.
Um viðførið er seinkað
Er viðførið seinkað ella blivið burtur, tekur ferðatryggingin við, so at tú fært eitt ávíst endurgjald, um tú keypir tær klæði og annað tær tørvar.
Tínar tryggingar á einum stað
Skuldi skaði hent, mæla vit til, at tú brúkar skipanina "Mín Trygging" til at boða frá skaðanum. Tínir fyrimunir eru:
- Stundislig fráboðan
- Møguligt at senda myndir við fráboðanini
- Skaðin verður viðgjørdur beinanvegin
- Tú fært fráboðanir, tá ið støðan broytist (t.d. tá ið málsviðgerðin byrjar, skaðin er avgreiddur v.m.)
- Yvirlit yvir tínar tryggingar, skaðar v.m.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum