Bil, hús og børn - kanska eisini ein hund. Tað er lívsins gongd hjá teimum flestu, men visti tú, at alt hetta ávirkar tín tryggingartørv?
Tað kann kanska tykjast trupult at vita, hvørjar tryggingar tú eigur at hava. Tørvurin broytist jú, so hvørt sum lívið broytist – og nógv gloyma at dagføra tryggingarnar samsvarandi.
Men vit hava nú gjørt tað lættari at kanna, um tú og tíni eru rætt tryggjað.
Ring 348 600 um tú vilt práta við okkum um tryggingartørvin, um okkurt er ógreitt ella tú ivast í, hvat tryggingarnar fevna um.
Vit tryggja teg, tíni og títt
Best umtóktu tryggingarnar
Tínar tryggingar á einum stað
Í skipanini ”Mín Trygging” sært tú yvirlitið yvir tínar tryggingar. Tínir fyrimunir eru:
- Stundislig fráboðan
- Møguligt at senda myndir við fráboðanini
- Skaðin verður viðgjørdur beinanvegin
- Tú fært fráboðanir, tá ið støðan broytist (t.d. tá ið málsviðgerðin byrjar, skaðin er avgreiddur v.m.)
- Yvirlit yvir tínar tryggingar, skaðar v.m.