Søk hjá okkum

Vanliga søkja vit eftir lærlingum annaðhvørt ár. Um tær dámar at hava við fólk at gera, og um tú ert tænastusinnað/ur, so kundi eitt lærupláss hjá Betri Trygging kanska verið nakað fyri teg.

Hvat vænta vit av tær?

Tað týdningarmesta er, at tú ert fyrikomandi og dámar at hava við fólk at gera. Tað ger einki, um tú ikki kennir nakað til tryggingarøkið – tað læra vit teg alt um.

  • Tú hevur í minsta lagi prógv á miðnámsstøði,
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeiðisroyndir innan eitt nú ráðgeving, sølu- og tænastu ella handverk
  • Tú ert álítandi, fyrikomandi og veitir góða tænastu
  • Tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Arbeiðir skipað
Hvørjar eru uppgávurnar?

Tá ið tú kemur í læru í Betri Trygging, fært tú eina góða, grundleggjandi útbúgving, ið gevur møguleika at lesa víðari. Tú kemur tíðliga í samband við kundarnar. Vit leggja stóran dent á, at tú trívist og lærir sum mest. Tí fært tú ein innanhýsis mentor, sum fylgir og hjálpir tær í lærutíðini.

Starvið inniber eitt nú:
  • Kundasamskifti, har tú vegleiðir og ráðgevur kundum okkara
  • At viðgera skaðar hjá kundum
  • Kundarøkt
  • Sparring og vitanardeiling innanhýsis
  • 2 ára lærutíð við góðari løn og eftirløn
  • 35 tíma arbeiðsviku
  • Skúlagongd tríggjar dagar umleið 5. hvørja viku. Skúlin er í Havn.
Hvat kanst tú vænta av okkum:

Eitt gott og avbjóðandi næmingastarv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning.

  • Fittar og stuttligar starvsfelagar við plássi fyri skemti í gerandisdegnum.
  • Starvsstað á Kongabrúnni í Havn
  • Góða kantinu
  • Atgongd til fitnesshølið

Betri Trygging - At vera í læru hjá Betri Trygging 
– Jona Sølvia

At vera í læru hjá Betri Trygging – Jona Sølvia

- Tá ið eg eri liðug at læra, kann tað vera, at eg fái fast starv, og tað gevur góðar møguleikar fyri víðari útbúgving. Ella kann eg fara at lesa. Sama hvat hendir, fái eg eina útbúgving og nógvar arbeiðsroyndir, samstundis sum eg havi fingið løn í tvey ár nú eftir miðnám. Tað er vinn-vinn, sigur Jona Sølvia í Heiðunum Davidsen, sum er næmingur hjá Betri Trygging.

- Tá ið fólk hoyra, at eg eri farin í læru hjá Betri Trygging, eru nógvir fordómar um, at tað má vera keðiligt. Tann fatanin er púra skeiv. Hetta er ótrúliga spennandi og avbjóðandi – bæði viðvíkjandi kundunum og reint fakliga. Betri Trygging er eisini eitt ræðuliga gott arbeiðspláss við góðum samanhaldi og nógvum tiltøkum, greiðir Jona Sølvia frá.

Jona Sølvia arbeiðir 35 tímar um vikuna og er í skúla umleið 5. hvørja viku.

- Vit hava ymisk fak, so sum Samskifti og samstarv, Jura, Samfelagsbúskap, Digitalisering og innovatión, umframt tryggingarfak. Vit gera altíð eitt fak liðugt, áðrenn vit byrja uppá tað næsta og undirvísararnir brenna allir fyri sínum faki, greiðir Jona Sølvia smílandi frá.

Hon kom í læru beint eftir miðnám, men undirvísingin, sum hon nú fær, kann ikki samanberast við miðnámsskúlan.

- Her er ALT ordiliga spennandi og relevant, tí alt sum eg læri, kann eg brúka aftur í arbeiðinum. Og skúlaskipanin er so sera góð og væl skipað. Eg kann bara viðmæla øllum at søkja lærupláss hjá Betri Trygging.

Betri Trygging - At vera í læru hjá Betri Trygging 
- Andras

At vera í læru hjá Betri Trygging - Andras

- Eg hevði faktiskt ikki skonkt tryggingini ein tanka, tá ið eg hugsaði um mína framtíð. Men knappliga var møguleikin har, og so smekkaði eg til. Tað havi eg ikki angrað eina løtu, sigur Andras Tórálvsson Clementsen, sum varð útlærdur hjá Betri Trygging í 21 og síðani hevur fingið fast starv

- Betri Trygging er eitt gott arbeiðsstað, her eru fitt og stuttlig starvsfólk, man lærir nógv og hevur eitt spennandi arbeiði, greiðir Andras frá.

- Her eru góðir møguleikar at skifta starvsøki innanhýsis, at mennast, at útbúgva seg víðari og at arbeiða seg upp. Og so eru treytirnar góðar og frítíðin er framúr, tí vit arbeiða bara 35 tímar við møguleika fyri at fleksa sigur Andras smílandi.
Frítíðina nýtir hann saman við vinfólki, at íðka fitness í venjingarhølinum hjá Betri Trygging og at spæla Paddle.

- Betri Trygging er eitt sera sosialt arbeiðspláss. Her eru ein rúgva av tiltøkum fyri starvsfólkið, og vit síggjast eisini javnan uttanfyri arbeiðstíð – eitt nú fyri at venja ella hugna okkum saman.

Tá ið Andras sigur øðrum ungum frá, at hann arbeiðir hjá tryggingini, eru tað misjavnar reaktiónir. Nøkur halda tað vera spennandi, meðan onnur ikki ordiliga skilja, hvat ein ungur maður ger her.

- Men tað er bara yvirhøvur ikki, sum tey ímynda sær. Vit arbeiða við at hjálpa fólki.

Tá ið tað ringasta rakar, standa vit klár at hjálpa, og vit vita ongantíð, hvat dagurin fer at innibera. Tað er bæði fakliga og menniskjansliga avbjóðandi, vísir Andras á.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.

348600

Send teldupost