Viðgerðartryggingin verður teknað í samstarvi við Gjensidige Forsikring og tryggjar eina skjóta og góða viðgerð, um sjúka ella vanlukka raka. Henda trygging er galdandi alt samdøgrið – bæði tá ið tú ert til arbeiðis, og tá ið tú hevur frí. Tá ið tú hevur sett tryggingina í gildi, fevnir hon um pínu, skaða, sjúku og annað, sum krevur viðgerð frá lækna ella øðrum serkønum. 6 mánaðir seinni fevnir hon eisini um sjúkur o.a, ið varð íkomið, áðrenn tú teknaði tryggingina.
Boða frá skaða hjá Gjensidige
Soleiðis ritar tú inn
- Vitja heimasíðuna: www.gjensidige.dk/login
- Vel ”Privat”
- Vel ”SAMLEIKIN-sundhedsforsikring FO”
- Vel ”log ind”
Um tú ikki hevur Samleikan, kanst tú skjótt og lætt skráseta teg á www.samleikin.fo/
Tú kanst eisini ringja og boða frá. Ring til Gjensidige á tel. +45 7010 9009
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.
Onnur hugdu eisini eftir
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.