Vit eru fyrikomandi, áhugað og álítandi.
Hesi eru okkara kjarnuvirði, og hetta merkiskt eisini millum starvsfólkini.
Vit eru sannførd um, at kundarnir fáa betri tænastu, um starvsfólkini hava tað gott. Tí leggja vit dent á góðan trivnað, fakliga og persónliga menning og eitt gott, fevnandi arbeiðsumhvørvi.
Vit eru góð hvør við annan og geva pláss fyri bæði gaman og álvara. Vit leggja dent á, at nýggj starvsfólk verða væl loftað – og vit hava eina góða skipan fyri tey, sum nærkast pensjónstilveruni. Eisini hava vit eitt felag fyri starvsfólk, ið eru farin frá fyri aldur. Vit skipa javnan fyri tiltøkum og hugna fyri at tryggja gott samanhald og gott samstarv millum starvsfólk.
Góðar starvstreytir
Í Betri Trygging virða vit javnvágina millum arbeiði og frítíð. Tí ber til at arbeiða við smidligum arbeiðstíðum, um arbeiðsøkið loyvir tí. Hjá okkum telur fulla arbeiðsvikan 35 tímar.
Eitt ítøkiligt mál er, at starvsfólkahópurin skal vera fjølbroyttur. Somuleiðis er javnstøða eitt ítøkiligt mál, og eitt nú veita vit bæði mammum og pápum, sum fara í barsil, fulla løn í barnsburðarfarloyvinum.
Siðbundið - men nýmótans
Røturnar á Betri Trygging renna heilt aftur til 1940. Hóast vit støðugt mennast og fylgja við tíðini, er kjarnuvirksemi okkara framvegis tað sama: at veita fólki og vinnu í Føroyum tryggleika.
Vit miðja ímóti, at tað, vit bjóða kundum og starvsfólki, bæði skal vera rótfest og tíðarhóskandi.
Vit vilja hava fremstu vitanina á øllum økjum, og tí møta vit starvsfólki við forvitni og áhuga, tá ið tey hugsa nýtt og hava hugskot um menning ella batar.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.