Tá tú ert kundi í Betri Trygging, ert tú sjálvvirkandi limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri-samtakið. Hetta kalla vit limakrónur.
Vit býta út til limirnar
Vit býta út av tí, sum vit forvinna. Eftir aðalfundin fáa tey, sum hava tryggingar hjá Betri Trygging, umleið 10% av tryggingargjaldinum útgoldið sum limakrónur.
Hví fáa tryggingartakarar limakrónur? Hvør fær? Nær? Og hvussu nógv? Niðanfyri kanst tú lesa eitt sindur um limakrónur og hvat tað inniber at vera limur í Betri Trygging.