Tíðindi

1.000 krónuseðlar ganga út 31. mai 2025
Danski Tjóðbankin hevur gjørt av, at danskir 1.000 krónuseðlar ikki kunnu brúkast eftir 31. mai 2025.

Starvslýsing: Samskipari til Betri Heim
Jamen, tað er helst akkurát tær, vit leita eftir. Tí tú ert í essinum, tá ið nógv er at gera á kontórinum, ongantíð ov nógv. Tí tú dugir væl at hava nógvar uppgávur í senn, samskipa lívliga gerandisdagin og at fáa tað at síggja lætt út.

Starvslýsing: Sølufólk til Betri Heim
Ein góður handil fyri teg er ein handil, har bæði seljari og keypari eru nøgdir. Tað hevur tú altíð hildið, og tær dámar væl at viðvirka til slíkar handlar, eitt nú at taka ognir inn til sølu, virðismeta tær, sýna tær fram og mekla millum seljara og keypara.

Eitt felag, vit eiga í felag
Tað, sum vit forvinna í krónum og oyrum á hvørjum ári, lata vit sum stuðul til samfelagsgagnlig endamál og sum limakrónur til allar limirnar. Hví? Tí samanhald er grundarlagið undir felagnum. Betri hevur altíð verið eitt felag, vit eiga í felag, so tá ið vit býta út av tí, sum vit forvinna, so er hetta bara ein ítøkiliggerð av hesum sterka samanhaldi.