Útleigutrygging til býli

Útleigutrygging til býli

 

Útleigutrygging til býli fevnir um hús, íbúðir, summarhús og líknandi, sum tú leigar út til stutttíðarleigu - eitt nú á Airbnb.

Við tilvalinum ”Útleigutrygging til býli” er býlið betri tryggjað, tá ið ein leigari kemur inn í tína ogn og nýtir títt innbúgv. Tryggingin fevnir eisini millum annað um tilhoyrandi úthús, terassu og uttandura hitapott 

Tryggingin dekkar eisini stuldur, herverk og um leigarin missir lykilin burtur, so tú mást skifta lásið.

Við hesum tilvalinum er býlið betri tryggjað, tá ið tú leigar út.
 


Ofta settir spurningar

Hvat kostar ein Útleigutrygging til býlið?
Prísurin er tengdur av upphæddini, sum innbúgvið er tryggjað fyri.
Hvat dekkar ein Útleigutrygging til býlið?
Tryggingin fevnir um skaðar, sum leigari ger á bústað og innbúgv í leigutíðarskeiðnum. Tú kanst lesa meira um, hvat tryggingin dekkar í tryggingartreytunum
Er nøkur sjálvsábyrgd?
Sjálvsábyrgdin er 1.000 krónur fyri hvørja skaðahending.
Er húsið eisini fevnt av Útleigutryggingini til býlið?
Ja, hendan tryggingin fevnir eisini um útleigaða bygningin. Tú kanst lesa meira um, hvat tryggingin dekkar í tryggingartreytunum.
Hvussu leingi dekkar tryggingin?
Útleigutryggingin til býlið dekkar leigumál upp til 30 dagar í senn. Langtíðarleigumál eru ikki umfataði.
Hvussu nógv kann eg fáa í endurgjaldi?
Endurgjaldið er í mesta lagi 30.000 krónur fyri hvønn lut og 100.000 krónur fyri hvørja skaðahending.
Eg leigi út gjøgnum airbnb/kunningarstovu/booking.com. Havi eg tørv á hesari tryggingini?
Ávísir útleiguportalar bjóða tryggingar til vertirnar. Vit mæla til, at tú fyrst kannar, hvussu tú ert tryggjaður har. Orsøkin er, at Útleigutryggingin til býlið bert tekur við skaðum, sum ikki eru fevndir av aðrari trygging
Um leigarin hevur hund við, dekkar Útleigutryggingin til býlið skaða sum hundurin ger?
Tryggingin fevnir ikki um skaða, sum er elvdur av djórum. (160.00 brádligur skaði, undantak 7)

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Inga Gregersen

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost