Bygging

Bygging og umbygging

Skalt tú byggja ella umbyggja sethús, er neyðugt at hava tryggingarviðurskiftini í lagi.

Um tú gert umvælingar í bústaðnum ella byggir út, eigur tú at tekna eina arbeiðstøkutrygging, sum fevnir um eitt avmarkað tíðarskeið – frá tí arbeiðið byrjar og til tað er liðugt. Hetta tíðarskeiðið fevnir hon um útreiðslur í sambandi við óvæntaðar og brádligar skaðar, umframt alt tilfarið, sum liggur á byggiplássinum, meðan tryggingin er galdandi.

Harumframt er eisini ein ábyrgdartrygging. Hon fevnir um skaðar, ið tú, sum byggiharri, møguliga kanst ábyrgdast fyri í byggitíðarskeiðnum.

Eisini ber til at tekna eina víðkaða arbeiðstøkutrygging, so skaðar, ið standast av spreinging eisini eru umfataðir.


Brádligur skaði
Tað er eitt gott hugskot at tekna brádligan skaða sum tilval til tína innbústrygging ísv. umbyggingina, tí tað henda ofta lættari óhapp ísv. umbygging.

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.