Trygging
fyri álop
á netinum

 

Álop á netinum er ein stútt vaksandi vandi. Bæði stórar og smáar fyritøkur hava upplivað, at dáta er stolið og almannakunngjørt - ella at skipanir eru niðurlagdar, so at virksemið antin er steðgað ella minkað.

Men við nýggju Netálopstryggingini frá Betri Trygging er fyritøkan betri stødd, um teldusníkar ella virus læsa KT-skipanirnar, almannakunngera ella strika dáta ella um fyritøkan má rinda fyri at fáa dáta aftur.

Við Netálopstryggingini fært tú bráðneyðuga hjálp frá telduserfrøðingum til at avmarka skaðan – og vit dekka eisini møguligar útreiðslur og mistan vinning, so at fyritøkan kann venda aftur til vanliga virksemið so skjótt sum gjørligt.

Betri Trygging samstarvar við altjóða tryggingarfelagið Chubb, ið er ein av fremstu veitarunum innan tryggingar á netinum, og kundar okkara fáa ágóðan av teirra tænastum.

 

Fyrimunir við eini Netálopstrygging:


- Góðir dekningar, sum kunnu verða avgerandi, tá ið netálop raka.

- Eitt átakslið við telduserfrøðingum, sum eru tøkir alt døgnið allar dagar í árinum.

- Samstarv við altjóða tryggingarfelagið, Chubb, ið hevur drúgvar royndir innan netálopstryggingar.


Netálopstrygging

Tryggingin dekkar:

  • Fíggjarligan miss, sum stendst av álopum á nettrygdina, villum í nettrygdini, menniskjansligum mistøkum ella villum í forritanini.
  • Dátumiss og -endurgerð, umframt útreiðslur av at reinsa burtur virus og bjarga skipanum og dátum.
  • Kostnaðin av bráðneyðugum kanningum og hjálp frá átaksliðnum, ið altíð er til reiðar at hjálpa, um tit skuldu verið fyri netálopi.
  • Seinking, órógv og øktan kostnað, tí vinnuliga netvirksemið steðgar.
  • Løgfrøðiligar útreiðslur, og útreiðslur í sambandi við sáttmálabundna endurgjaldsábyrgd.
  • Kreppusamskifti og útreiðslur í sambandi við skatt umdømi.
  • Endurgjaldsábyrgd, um trúnaðardátur verða kunngjørdar.
  • Endurgjaldsábyrgd, um tínar netskipanir verða misnýttar.
  • Kostnaðin, um tú skalt rinda fyri at fáa dáta ella skipanir aftur.
  • Endurgjaldsábyrgd, um umdømið hjá triða parti verður skatt
  • Útreiðslur til eftirlit.

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send Teldupost