Betri Banki framvegis SIFI-stovnur í Føroyum

Fíggjareftirlitið hevur staðfest, at Betri Banki framvegis er ein SIFI-stovnur í Føroyum, og verður sostatt mettur at vera ein týðandi peningastovnur fyri føroyska samfelagið.

Fíggjareftirlitið ger á hvørjum ári metingar av, hvørt teir peningastovnar, ið eru tilnevndir SIFI-peningastovnar (Systemically Important Financial Institution) í Føroyum, framhaldandi lúka ásettu krøvini.

Til ber at lesa nýggjastu frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum her.