Persónsdatapolitikkur hjá Betri P/F
Soleiðis viðgera vit persónsupplýsingar um teg:
Limakrónur
Í sambandi við útgjald av limakrónum verða upplýsingar um limirnar í Ognarfelag Tryggingartakaranna viðgjørdar. Limirnir eru øll tey, ið hava teknað trygging í Betri Trygging (tryggingartakararnir). Viðgerðin av persónsupplýsingum hjá limunum er neyðug til tess at kunna útinna tær skyldur, ið Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur mótvegis sínum limum samsvarandi viðtøkum felagsins. Talan er um viðger av upplýsingum, so sum, navn, bústaður, tryggingarskjalsnummar, p-tal/v-tal, kontonummar og upphædd, ið verður útgoldin. Endamálið við viðgerðini av, eitt nú, p-talinum, er at tryggja eintýdda eyðmerking av limunum í sambandi við útgjald, undir hesum fráboðan til liminirnar um útrokning av limakrónum og fráboðan til TAKS. Viðgerðin er lóglig og neyðug samsvarandi Dátuverndarlógina (DVL) §§ 7, 8 og 16, stk. 2, nr. 1. Allar nevndu persónsupplýsingar eru frammaundan skrásettar hjá Betri Trygging, og verða tí einans viðgjørdar hjá og av Betri Trygging í sambandi við útgjald av limakrónum. Ongar persónsupplýsingar verða víðarilatnar ella skrásettar hjá Betri P/F ella Ognarfelag Tryggingartakaranna í hesum sambandi. Dátuábyrgdin liggur tí einans hjá Betri Trygging í hesum føri.
Umsóknir um stuðul frá Betri Stuðul
Tá søkt verður um stuðul viðgera vit tær upplýsingar, ið tú letur í tí sambandi, t.e. Umboðsráðsval, so sum navn, starv, bústað, t-post, telefonnummar, stovn, felag ella virki, sum tú søkir vegna, og kontonummar, har stuðulin skal gjaldast til.
Endamálið við viðgerðini er at kunna umsita umsóknir og lata stuðul, umframt eftirmetingar av teimum tiltøkum, ið stuðul verður veittur til, herundir at gera hagtøl v.m. Sí viðgerðargrundarlag í DVL §§ 7 og 8. Tá umsóknir verða sendar umvegis heimasíðuna hjá Betri til Betri Stuðul, skráseta vit tær upplýsingar, sum tú gevur okkum. Upplýsingarnar verða bronglaðar og goymdar í 72 tímar. Upplýsingarnar verða síðani skrásettar í journalskipan hjá Betri P/F samsvarandi niðanfyristandandi reglum fyri goyming og striking av persónsupplýsingum.
Umboðsráðsval
Í sambandi við umboðsráðsval verða upplýsingar um limirnar í Ognarfelag Tryggingartakaranna viðgjørdar. Limirnir eru øll tey, ið hava teknað trygging í Betri Trygging (tryggingartakararnir). Talan er um viðger av upplýsingum so sum navn, bústað, tryggingarskjalsnummar og p-tal/v-tal. Eisini viðgera vit upplýsingar, sum stillarar og valevni samsvarandi ásetingum í viðtøkum felagsins skulu lata í sambandi við upptilling til val, herundir revsiváttan hjá valevninum.
Endamálið við viðgerðini av upplýsingunum er at tryggja tey rættindi, sum limirnir hava samsvarandi viðtøkum og reglugerð felagsins, undir hesum eintýdda eyðmerking av limunum. Hetta fevnir um eitt nú viðger av upplýsingum í sambandi við fyrireiking, fremjan og endurmeting av valinum til Umboðsráðið og fyri at tryggja, at øll við valrætti fáa neyðugt tilfar viðvíkjandi valinum, upplýsingar um valevni, góðkenning av stillarum og valevnum v.m. Eisini viðger av upplýsingum í sambandi við samsýning til umboðsráðslimir, undir hesum fráboðan til TAKS.
Viðgerðargrundarlagið er at meta sum lógligt áhugamál hjá okkum, fyri at kunna røkja áhugamálini hjá limunum, og fyri at kunna tryggja eitt demokratiskt val til Umboðsráðið. Sí viðgerðargrundarlag í DVL §§ 7, 8, 16 og 12, stk. 1, nr. 3.
Viðgerðartrygd
Í sambandi við viðgerð av persónsdátum eru sett í verk øll neyðug tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk, sum tryggja tínar dátur ímóti hendingum, sum kunnu føra við sær burturbeining, tap, óheimilaða broyting, ólógliga víðarilatan ella ólógliga atgongd til dáturnar, samsvarandi DVL § 46. Hesi tiltøk fevna m.a. um firewall, internettrygd, trygdardagføringar av ambætarum (servarum), samskiftisútgerð, umframt vernd móti virus og óynsktum forritum. Eisini verður tryggjað atgongdaravmarking, soleiðis at bert ein avmarkað nøgd av starvsfólki, ið hava loyvi at viðgera persónsdáturnar, og sum eru fevnd av tagnarskyldureglum, hava atgongd til persónsdáturnar.
Víðarilatan av upplýsingum til triðjupartar
Vit víðarilata bert persónsupplýsingar til triðjupartar har hetta er lógligt og í samsvari við ásetingarnar í DVL og aðrari viðkomandi lóggávu, t.d. Lóg um Tryggingarvirksemi og skattalóggávu, og bert í sambandi við omanfyri tilskilaðu endamál. Í sambandi við umsiting av umsóknum um stuðul frá Betri Stuðul, útgjald av stuðli, útgjald av limakrónum, KT-rakstur og aðrar tænasturveitingar brúka vit triðjupartar, eitt nú Betri Trygging og Betri Banka, ið Betri P/F hevur gjørt skriftligar samstarvsavtalur við, umframt at serligar trúnaðaravtalur og/ella dátuviðgerðaravtalur eru gjørdar við atliti at handfaring og viðgerð av persónsupplýsingum. Víst verður til DVL §§ 16 og 41.
Goyming og striking av upplýsingum
Vit viðgera bert persónsupplýsingar til omanfyri tilskilaðu endamál, og verða hesar strikaðar, tá tær ikki tæna tí endmáli, ið tær vórðu innsavnaðar til. Vit arbeiða við útgangsstøði í fylgjandi freistum fyri striking (DVL § 28):
Tíni rættindi
Tú hevur nøkur rættindi sbrt. Dátuverndarlógini við atliti at viðgerðini av tínum persónsupplýsingum.
Tú hevur m.a. rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, ið vit viðgera um teg. Tú hevur rætt til at rætta møguligar skeivar upplýsingar, og í serligum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg strikaðar, áðrenn vanligu strikifreistirnar. Tú hevur rætt til at avmarka viðgerðina av tínum upplýsingum og rætt til at mótmæla tí annars lógligu viðgerðini av tínum persónsupplýsingum. Sí DVL §§ 26-34.
Tú kanst kunna teg nærri um tíni rættindi á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.
Um tú vilt brúka tíni rættindi, skalt tú venda tær til Betri P/F á:
Kongabrúgvin 1
Postboks 329
110 Tórshavn
dpo@trygging.fo
tel 548576
Kærumøguleikar
Tú kanst kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við okkara viðger av tínum persónsupplýsingum. Tú kanst lesa meira um tínar kærumøguleikar á Klaga til Dátueftirlitið - Dátueftirlitið (dat.fo)