
Dankort-parturin av VisaDankort er nú tøkur á Apple Pay
Visa/Dankort er tvey kort í einum – eitt Visa-kort og eitt Dankort. Higartil hevur bert verið møguligt at rinda við Visa-partinum í Apple Pay. Hetta er nú broytt. Frá 25. mars 2025 ber til at rinda við báðum pørtum. Hetta fer ikki at ávirka stórvegis, men kann vera viðkomandi í samband við nýtsluhámørkini, sum ikki eru tey somu á Visa og Dankort.
Um tú longu hevur skrásett títt Visa/Dankort í Apple Pay og ynskir at fáa dagførda Dankort-partin við eisini, er neyðugt at taka kortið burtur úr Apple Pay og leggja tað inn aftur.
Um kortið hinvegin varð skrásett eftir 25. mars, so varð bæði Visa- og Dankort-parturin sjálvvirkandi lagdur afturat.
Les meira um hvussu tú brúkar Apple Pay her.