Hækkaða rentustøðið ávirkar hálvársúrslitið hjá Betri Banka
Hálvársroknskapurin fyri 2024 vísir eitt úrslit á 169,1 mió. krónur eftir skatt. Góða úrslitið kemst serliga av øktum rentuinntøkum. Útlánini eru økt við 379 mió. krónum, og innlánini eru økt við 451 mió. krónum seinasta árið. Betri Banki hevur nú ein solvens á 34,7%.
Betri Banki hevur eitt gott gjaldføri og er ein tryggur banki, bæði hjá teimum kundum, sum spara saman, og hjá teimum, sum vilja læna pening.
Fyrr í ár varð avgerð tikin um at lækka fleiri kostnaðir og gera aðrar tænastur ókeypis. Í juni varð harumframt framd ein rentulækking á útlánum, meðan innlánsrentunar eru verandi óbroyttar. Útlit eru til, at rentan lækkar aftur seinni í ár, og tí væntar leiðslan eitt lakari úrslit fyri seinna hálvár 2024.
Úrslitið fyri fyrra hálvár 2024:
Úrslit eftir skatt: 169,1 mió. krónur
Útlán: 8.1 mia. krónur
Innlán: 9.6 mia. krónur
Solvensur: 34,7%
Tú kanst lesa allan hálvársroknskapin her.