5. element

Betri Banki lækkar útlánsrenturnar

Fyri fyrstu ferð í fimm ár hevur danski Tjóðbankin lækkað leiðandi rentuna. Rentan lækkar við 0,25% stigum.

Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar.

Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum.

Innlánsrenturnar verða óbroyttar.

Broytingarnar koma í gildi 16. juli 2024.

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur