5. element

Starvslýsing: Starvsfólk til Kredittdeildina

Vit leita eftir einum dugnaligum og nærlagdum starvsfólki at arbeiða innan eftirlitsøkið í bankanum.

Starvið fevnir m.a. um eftirlit við rakstrardeildum, ábyrgd av rættsligum innheintingum umframt umsiting av yvirtiknum ognum.

Arbeiðsøkið er breitt og umfatar bæði vinnu og privat. Stórur partur av arbeiðinum fer fram í tøttum samstarvi við hini starvsfólkini á Kredittdeildini umframt kundaráðgevarar. Í eftirlits- og innheintingar-toyminum starvast í løtuni 4 roynd starvsfólk.

Kredittdeildin er skipað í toymir, og hesi eru saksviðgerð, greining, eftirlit og innheinting.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv – bæði fakliga og persónliga - við ávirkan á og ábyrgd av eftirlitsøkinum í bankanum.

Um teg
Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan bankayrkið og/ella eftirlit. At tú megnar at arbeiða bæði í toymi og sjálvstøðugt, og dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum í skrift og talu. Eisini er neyðugt at hava góð analytisk evni og hollan kunnleika til Office pakkan.

Lønin og setan
Starvið er staðsett í Betri Banka, Yviri við Strond 2, og setanartreytirnar verða ásettar sambært avtalu.

Umsóknarfreistin
Umsóknarfreistin er 30. oktober 2023, og starvið verður sett skjótast tilber, ella eftir nærri avtalu.
Skrivlig umsókn, CV og viðkomandi skjøl skulu sendast til
starv@betri.fo

Ynskir tú at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Nicholas Holm, leiðara á Kredittdeildini á tel 348 686 / nh@betri.fo, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara á tel 348 224.