![5. element](/-/media/betri/images/banki/16x9-1600x900/5_element_bb_16-9.png?rev=8d205f116bb8453ba420d6b5fed565dc&mw=1600&hash=925553205C2A3EEB7048DC68DBC8F3A3)
Freistir ísv. Kristi himmalferðadag
Hósdagin 18. mai er Kristi himmalferðadagur og fríggjadagin 19. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá okkum. Tí verða ongar bankaflytingar framdar hesar báðar dagarnar.
Freistirnar eru hesar, um peningur skal vera móttakaranum í hendi áðrenn Kristi himmalferðadag:
- Lønarflyting: týsdagin 16. mai klokkan 15:30
- Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: týsdagin 16. mai klokkan 18:30*
- Flyting sama dag til kontu í øðrum peningastovni: mikudagin 17. mai klokkan 11:45*
*Tað ber eisini til at gera eina Skundflyting, sum ikki er tengd at heilidøgum. Tá er peningurin móttakaranum í hendi fá sekund eftir, at flytingin er framd.
Uttanlandsflytingar
Uttanlandsflytingar skulu í seinasta lagi vera avgreiddar á Netbankanum, mikudagin 17. mai klokkan 14, fyri at bankin kann avgreiða hesar áðrenn Kristi himmalferðadag.