Betri Banki hækkar inn- og útlánsrenturnar
Í farnu viku hækkaðu Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin enn einaferð leiðandi rentuna. Hesuferð er rentan hækkað við 0,25% stigum.
Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar.
Fyri bæði privat- og vinnukundar fylgja útlánsrenturnar tillagingini hjá Danska Tjóðbankanum, og hækka sostatt við upp til 0,25% stigum.
Hinvegin hækka innlánsrenturnar við upp til 0,5% stigum.
Broytingarnar koma í gildi 15. september.
Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur