Umboðsráðsval 2022
Annað hvørt ár er val til Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum hevur 35 limir. Í ár skulu 17 limir veljast at sita í Umboðsráðnum í 4 ár. Í hesum sambandi verður nú lýst eftir valevnum at stilla upp til valið. Fyri at kunna stilla upp til valið er treyt, at tú ert tryggingartakari og hevur fastan bústað ella arbeiði í Føroyum.Freistin at stilla upp er 31. august.