Lán til bústað

Í Betri Banka hava vit ymisk lán til ymiskan tørv.

Lán til bústað

Í okkara ráðgeving taka vit hædd fyri øllum viðurskiftum og hjálpa tær at finna fíggjarliga javnvág millum tíni bústaðarynski og alt annað, tú eisini droymir um. 

Vit bjóða

  • grønt bústaðarlán
  • bústaðarlán
  • realkredittlán
  • orkulán
  • lán til grundstykki
  • byggilán.

Fleiri fíggingarmøguleikar

Í Betri Banka bjóða vit ymisk sløg av fígging til bústaðarkeypið. Tú kanst velja Grønt bústaðarlán, Bústaðarlán ella Realkredittlán.

Tíni fíggjarviðurskifti, so sum eginpeningur, samlað skuld, gjaldsvilji og gjaldsevni eru avgerandi viðurskifti, sum vit hyggja eftir, tá tín umsókn um lán verður viðgjørd.

Realkredittlán

Í sambandi við bústaðarkeyp bjóða vit eisini Realkredittlán við fastari ella broytiligari rentu. Afturat rentuni er eitt bidrag, sum er broytiligt.

Hvat fyri lán, tú velur, veldst um fíggjarstøðu og váðafýsni.
Tú skal serliga hugsa um, hvørt tú ynskir fasta ella broytiliga rentu. Velur tú ta føstu, kennir tú rentuna alt tíðarskeiðið. Velur tú ta broytiligu, kann rentan sveiggja í lánitíðarskeiðinum. 

Realkredittlán eru skrásett á virðisbrævamarknaðum og verða harvið handlaði til eitt ávíst virði ella kurs, sum verður sett eftir útboði og eftirspurningi.

Realkedittlán

Orkulán

Ætlar tú at fremja broytingar í tínum verandi bústaði? ella umhugsar tú at skifta til varandi orkuskipan?

Vit veita lán til umvælingar við lægri rentu, enn onnur lán til bústaðin. Orkuumvæling er ein lønandi íløga og ein íløga, ið virðisøkir ognina. 

Royn okkara orkuroknara og kanna, hvussu nógv tú sparir við at gera burðardyggar umvælingar.

Orkulán

Lykilin til dreymin byrjar við einum práti

Tá tú setur teg í samband við okkum, fært tú ikki bara ein ráðgeva við drúgvum royndum, sum dugir at seta seg í tína støð og meta um, hvat letur seg gera. Tú fært ein ráðgeva, sum fer at hjálpa tær, so at dreymahúsini gerast veruleiki.

Bílegg prát

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.