
Lán til bústað
Tá tú hevur fingið eyga á tíni dreymahús, kanst tú koma til okkara at práta um tínar ætlanir og møguleikar. Les meira her á síðuni, og lær, hvussu vit kunnu hjálpa tær.
Lán til bústað
Í okkara ráðgeving taka vit hædd fyri øllum viðurskiftum og hjálpa tær at finna fíggjarliga javnvág millum tíni bústaðarynski og alt annað, tú eisini droymir um.
Vit bjóða
- Lán til bústað hitaður við elorku ella fjarhita
- Lán til bústað hitaður við olju
- Realkredittlán
- Orkulán
- Lán til grundstykki
- Byggilán.
Lykilin til dreymin byrjar við einum práti
Tá tú setur teg í samband við okkum, fært tú ikki bara ein ráðgeva við drúgvum royndum, sum dugir at seta seg í tína støð og meta um, hvat letur seg gera. Tú fært ein ráðgeva, sum fer at hjálpa tær, so at dreymahúsini gerast veruleiki.
Latið okkum hoyrast
Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.
