5. element

Upplatingartíðir og sjálvtøkur

Her á síðuni sært tú, nær vit hava opið, og hvar okkara sjálvtøkur eru.

Upplatingartíðir

 
Ring til okkara á telefon 348 000

Vit hava opið hvønn gerandisdag.

Kundatænastan svarar telefonum frá klokkan 10 til 15.

Deildin í miðbýnum í Havn hevur opið frá klokkan 12 til 15.

Deildin Yviri við Strond 2 í Havn hevur opið frá klokkan 9:30 til 16.

Deildirnar í Saltangará, Klaksvík, Miðvági og á Tvøroyri hava opið frá klokkan 10 til 15.

Deildin á Sandi hevur opið mikudagar frá klokkan 12 til 15.

Sjálvtøkur

Vit hava 8 sjálvtøkur kring landið:

  • Á deildini í miðbýnum í Tórshavn (her ber til at taka evrur út)
  • Á deildini í Klaksvík
  • Á deildini í Miðvági (her ber til at taka evrur út)
  • Á deildini í Saltangará (her ber til at taka evrur út)
  • Á deildini á Sandi
  • Á deildini á Tvøroyri
  • Við Norðskála, uttanfyri handilin Brá
  • Í Vestmanna, Bakkavegur 8

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.