Við Orkuláni úr Betri Banka, sum hevur lægri rentu enn onnur lán til bústaðin, hevur tú møguleika at gera umbyggingar og betringar í bústaðnum. Orkuumvæling er ein lønandi íløga og ein íløga, ið virðisøkir ognina. Tað er tí ikki bara gott fyri umhvørvið, men eisini fyri virðið á bygninginum, fyri brúkaran, sum fær sunnari og betri inniluft og trivnað og ikki minst fyri framtíðar orkuútreiðslurnar hjá húsarhaldinum.
Orkulán kann veitast til at:
- skifta tak ella vindeygu
- bjálva ella klæða húsini av nýggjum
- skifta til varandi orkuskipan
- gera orkusparandi umbyggingar
Við Orkuláninum kanst tú læna millum 30.000 og 500.000 krónur til orkuumvælingar. Upp í 80 prosent av keypsvirðinum kann fíggjast við Orkuláninum. Lánið hevur broytiliga rentu og eina afturgjaldstíð upp í 30 ár.
Sí kostnaðin fyri at stovna Orkulán her