Gjaldskort
Tað er týdningarmikið, at tú hevur tey gjaldskort, ið hóska til tín. Í Betri Banka bjóða vit fleiri ymisk kort - alt eftir tørvi.
Hvat skal kortið brúkast til?
Hevur tú brúk fyri einum gjaldskorti til dagligu peninganýtsluna her heima og einum øðrum korti sum trygd, tá tú ferðast ella leigar bil uttanlands?
Óansæð støðu kunnu vit bjóða tær tey kort, sum tú hevur brúk fyri.
Niðanfyri fært tú eitt yvirlit yvir møguleikarnar.
Møguleiki fyri mótmæli
Sum korthaldari hevur tú í summum førum møguleika at mótmæla ella vísa aftur gjaldingum, sum eru gjørdar við tínum gjaldskorti. Hetta um keypið er gjørt á netinum, við postordra ella telefonordra. Slík keyp kallast fjarsøla.
Møguleikin fyri mótmæli veldst um, hvat kort, tú hevur brúkt til keypið. Niðanfyri eru vegleiðingar til fleiri kortsløg, har tú fært upplýsingar um tínar møguleikar fyri mótmæli fyri hvørt einstakt gjaldskort.
Vónandi finnur tú tær upplýsingar, tær tørvar. Um ikki, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 348 000 ella teldupost banki@betri.fo.
Latið okkum hoyrast
Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.