
Leys størv
Her á síðuni sært tú hvørji leys størv eru í løtuni og um, hvussu yrkisleiðin er sum næmingur. Um eingi leys størv eru, ert tú vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn.
Starvsfólk til kundatænastuna hjá Betri Banka
Dámar tær at veita framúr kundatænastu, og stórtrívist tú við at samskifta við kundar? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Vit leita eftir einum nýggjum starvsfelaga, ið hevur eina styttri útbúgving, og sum ynskir at finna eitt fast starv, har góðir møguleikar eru fyri víðari menning.
Sum partur av kundatænastuni fært tú starvsfelagar, ið hava sum fremsta mál at hjálpa og vegleiða okkara kundar á bestan hátt.
Kundatænastan tekur ímóti øllum kundum, sum ringja ella venda sær til bankan umvegis teldupost, og kundatænastan er eitt sera týðandi lið í okkara miðvísa arbeiði í at tryggja høgt kundanøgdsemi.
Tínar uppgávur
Saman við ágrýtnu og nærløgdu starvsfólkunum á kundatænastuni fert tú at ráðgeva og avgreiða allar kundar, sum ringja ella skriva til Betri Banka. Ráðgevingarøkið er breitt og fevnir um alt frá fyrispurningum um smærri lán, netbankan, vegleiðing í kortum, ivamál í sambandi við flytingar og mangt annað.
Vit vænta av tær,
- at tú trívist við at veita kundum góða tænastu umvegis telefon og teldupost
- at tú orðar teg væl á føroyskum og enskum
- at tú ert opin og uppsøkjandi
- at tú trívist í einum umhvørvi við høgari ferð
- at tú ert vinarlig/-ur, fyrikomandi og ágrýtin
- at tú hevur peningastovnsútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving.
Vit bjóða tær
- eitt starv, har eingin arbeiðsdagur er eins, og hvør dagur áhugaverdur og avbjóðandi
- góða upplæring og sparring á deildini
- ein gerandisdag við góðum starvsfelagum, har trivnaður og samstarv hava stóran týdning og verða raðfest.
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.
Lønin verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG. Starvsstaðurin er Yviri við Strond í Tórshavn.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga R. Lydersen, leiðara á kundatænastuni, á tlf. 348 389 / brl@betri.fo, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf. 348 224.
Kundi tú hugsað tær at starvast hjá okkum? Send okkum eina umsókn við CV til starv@betri.fo.
Umsóknarfreistin er 15. mai 2026.
Byrja tína yrkisleið sum bankanæmingur í Betri Banka
Dámar tær at ráðgeva og at finna góðar loysnir saman við kundanum? Nú hevur tú møguleika at byrja eina avbjóðandi og mennandi útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum.
Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum næmingum, sum brenna fyri at læra og veita framúr góða kundatænastu.
Læruplássini eru á deildum okkara í Tórshavn, Saltangará og Tvøroyri, og lærutíðin byrjar 1. septembur 2026.
Næmingatíðin
Sum næmingur í Betri Banka verður tú partur av einum arbeiðsplássi, har samstarv og trivnaður eru í hásæti.
Í Betri Banka fært tú eina fjølbroytta og avbjóðandi útbúgving innan nútíðar peningastovnsvirksemi. Tú fært kunnleika til búskap, løgfrøði og fíggjarviðurskifti. Tú lærir at veita kundum okkara ráðgeving og tænastur í einum professionellum og kundavendum umhvørvi.
Tú fært rættiliga skjótt uppgávur, har tú kemur í beinleiðis samband við okkara kundar, og tí er tað umráðandi, at tær dámar at arbeiða við fólki, og at tú trívist við og hevur evni at seta teg inn í støðuna hjá øðrum.
Næmingatíðin er 2 ára long.
Útbúgving
Umleið eina viku um mánaðin gongur tú í peningastovnsskúla og ert við í próvgevandi lærugreinum. Í skúlatíðini hittir tú aðrar næmingar og fært høvi at sparra við og fáa íblástur frá teimum – og hvør veit, kanska fært tú harafturat vinir fyri lívið.
Um teg
Tú hevur lokið miðnámsútbúgving. Tú ert eisini vælkomin at søkja, um tú fært prógvið í summar.
Vit vænta, at tú:
- ert ágrýtin og hevur áhuga at læra
- trívist við at samskifta við kundar
- hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- trívist í einum skiftandi og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi.
Hví søkja?
Vit kunnu bjóða tær eina forvitnisliga útbúgving í einum nútímans peningastovni, har tú kanst menna teg bæði persónliga og fakliga, umframt eitt arbeiðspláss, har starvsfólkatrivnaður og kundanøgdsemi eru í hásæti.
Í bankanum arbeiða oman fyri 200 fólk, sum á hvør sín hátt gera Betri Banka til eitt avbjóðandi og áhugavert arbeiðspláss.
Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at venda tær til Katrinu Káradóttir, HR-ráðgeva, á tlf. 548113 ella t-post kaka@betri.fo, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf. 548224.
Ljóðar hetta áhugavert, og kundi tú hugsað tær at verðið bankanæmingur hjá okkum, so ert tú vælkomin at senda okkum tína umsókn, CV og avrit av próvskjølum til starv@betri.fo í seinasta lagi týsdagin 28. apríl 2026.
