Netbankin

Alsamt fleiri tænastur til okkum borgarar eru nú á netinum. Eisini hjá bankanum. Her á síðuni kanst tú lesa um fyrimunirnar við at brúka Netbankan. Ert tú í iva um, hvussu tú ber teg at við at fáa Netbankan, eru vit til reiðar at hjálpa.

Hevur tú skund?

Hevur tú tað allar best, tá tú ikki skalt standa í bíðirøð, bíða í telefonini ella yvirhøvur bara bíða, til latið verður upp? So er Netbankin heilt vist nakað fyri teg. 

Við Netbankanum skalt tú ikki bíða eftir nøkrum. Tú hevur altið atgongd til tínar kontur umvegis teldu, teldil ella fartelefon og kanst gjalda rokningar, gera flytingar, handla virðisbrøv, sperra gjaldskort v.m., tá tú vilt. Netbanka appin er ment og tillagað til ávíkavist iOS, Android og Windows.

 

 

Ger sum 2/3 av okkara kundum og fá tær Netbanka

Umsit tíni fíggjarviðurskifti á teldu, teldli ella á telefonini. Tá verður tað ikki lættari.

Stovna Netbanka

Í Netbankanum ber millum annað til at:

  • síggja kontuyvirlit
  • síggja tína pinkotu
  • undirskriva skjøl talgilt
  • fáa boð, tá tú fært løn o.a.
  • síggja yvirlit yvir samlaða restskuld á láni
  • síggja framtíðar gjaldingar
  • gera flytingar her heima, millum tínar kontur og flytingar uttanlands
  • gera virðisbrævahandlar og fylgja við tínum íløgum
  • gjalda rokningar
  • gera fíggjarætlan

Sí annars kostnaðir fyri at gera flytingar o.a. í Netbankanum her.

5. element

Vegleiðingar til Netbankan

Tørvar tær hjálp til at brúka Netbankan? Vit hava gjørt nakrar vegleiðingar til tær mest vanligu funkurnar í Netbankanum

Sí vegleiðingar

Uttanlandsflytingar

Í Betri Banka vilja vit gera tað lætt, trygt og skjótt hjá tær at gera uttanlandsflytingar.

Sí vegleiðingar

Betri Lummi

Betri Lummi er ein app til 10 ára gomul børn og eldri, sum gevur barninum eitt greitt yvirlit yvir sína Nýtslukontu og Uppsparingarkontu. Appin hevur avmarkingar, sum gera, at tað ikki ber til at flyta pening við appini. 

Ert tú millum 15 og 17 ár, kanst tú fáa Netbanka.

Fá Betri Lumma appina

Lumma appin
Lesandi

Halt skil á pengunum. Ger eina fíggjarætlan

Hvat skal við í tína fíggjarætlan? Og hvørjar eru føstu útreiðslurnar? Ger tína egnu fíggjarætlan eftir okkara leisti, so hevur tú altíð yvirlit yvir samlaðu fíggjarstøðuna.

Tak skjalið niður her

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.