Skipasmiðju-ábyrgd
Drívir tú skipasmiðjuvirksemi kanst tú vera orsøk til, at onnur fáa fíggjarmiss. Hetta kann hava við sær, at tú fært stór endurgjaldskrøv.
Tí er umráðandi at hava røttu ábyrgdartryggingina.
Ein “Skipasmiðjuábyrgdartrygging” tryggjar teg ímóti júst slíkum endurgjaldskrøvum.
Hon veitir endurgjald fyri tína endurgjaldsábyrgd, og verjir teg móti ógrundaðum endurgjaldskrøvum.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.