Grannskoðara-ábyrgd
Ert tú grannskoðari, kanst tú vera orsøk til, at onnur fáa fíggjarmiss. Við tað, at tín ábyrgd er persónlig og óavmarkað, kann hetta hava við sær, at tú fært stór endurgjaldskrøv.
Skuldi tað hent, er umráðandi at hava røttu ábyrgdartryggingina, sum kann tryggja teg móti tíni endurgjaldsábyrgd, umframt verja teg ímóti ógrundaðum endurgjaldskrøvum.
“Ábyrgdartrygging fyri grannskoðarar” tryggjar teg og tíni starvsfólk móti júst slíkum krøvum.
Tryggingin er ætlað bæði ríkisgóðkendum og skrásettum grannskoðarum.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.