Ábyrgdartrygging fyri fólk innan heilsutænastuna
Starvast tú innan heilsutænastuna, kanst tú vera atvoldin til, at fólk fáa skaða. Við tað, at tín ábyrgd er persónlig og óavmarkað, kann hetta hava við sær stórt endurgjaldskrav.
Skuldi onkur reist krav ímóti tær, er umráðandi at hava rættu ábyrgdartryggingina, sum kann tryggja teg ímóti tíni endurgjaldsábyrgd, umframt verja teg móti ógrundaðum endurgjaldskrøvum.
Læknaábyrgdartryggingin hjá Betri Trygging tryggjar teg og tíni starvsfólk móti júst slíkum krøvum.
Tryggingin er ætlað læknum, tannlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum, jarðamøðrum, heilsusystrum, kiropraktorum, tannrøktarum, fótarøktarum, fysioterapeutum, sonuterapeutum og líknadi starvsbólkum.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.