Betri Trygging - Gunn H. Jacobsen

Innanífrá

Les um Gunn, sum starvast á Skaðadeild okkara

Hey Gunn, fært tú sagt eitt sindur um teg sjálva?

Eg eiti Gunn Hummeland Jacobsen og starvist sum skaðaviðgeri hjá Betri Trygging. Vit eru ein familja uppá 6. Bæði eru tilflytarar til Saltangará, men eg eri upprunaliga vestmenningur. Familjulívið fyllir nógv, eins og hondbóltur og vinkonur eisini fáa pláss.

Hví endaði trygging við at gerast tín yrkisleið?

Eftir handilsskúla fór eg niður at taka eina professiónsbachelor í Finans. Her kundi mann eftir eitt ár velja, hvørja leið ein vildi fara, m.a. kundi eg velja banka- ella tryggingarleiðina. Eg valdi mær tá trygging, tí mann kann fara so nógvar vegir. Mann kann bæði ráðgeva kundum í tryggingum, viðgera skaðar, blíva sýnsfólk og arbeiða bæði vinnuligt og privat. Økið er rættiliga stórt. Útbúgvingin minnir um búðskaparbreytina, sum mann kann taka í Føroyum. Eg var tá í praktikk hjá Tryg í Danmark, har eg fekk gott samband millum skúla og veruliga heimin.

Hvussu er at arbeiða á Skaðadeildini?

Har er gott at vera. Vit brúka hvønn annan nógv fakliga og stuðla hvørjum øðrum, tá ið nógv trýst er á, t.d. eftir ein storm. Treytir kunnu og skulu tulkast, so vit sparra innanfyri tey øki, vit sita við. Vit hava ein fastan vikufund, har vit taka ávísar truplar skaðar upp, sum ikki eru so einfaldir og líkatil. Sjálv siti eg við einum breiðum býti av skaðum, so økið er sera breitt.

Hvørjir eru møguleikarnir fyri førleikamenning á tínum øki?

Tað góða her er, at mann eitt nú kann mennast fakliga við at fara á skeið innan nógv ymisk øki, um mann ynskir tað. Av tí sama kann mann blíva við at menna seg - og tí eisini trívast.

Hvat ger, at tú trívist í tínum arbeiði?

Mær dámar, at tað ikki er einstáttað, og at tað er læruríkt innan so nógv ymisk øki. Onki mál er eins, og ongin dagur er eins. Ein stormur kann fylla í eitt tíðarrúm, har okkurt annað kann fylla í eitt annað tíðarrúm. Síðani kunnu koma serlig mál inn, sum ein ikki hevur roynt at viðgjørt fyrr.

Vit eru góð við hvønn annan og kennast væl, tí vit arbeiða tætt uppat hvørjum øðrum. Á deildini gera vit nógv sosialt saman, og hava eisini verið onkran damutúr. Í húsinum verða skipað nógv tiltøk, har vit hittast uppá tvørs við hinar deildirnar í húsinum. Eg haldi, at fólk trívast væl og fleiri starvast her stóran part av lívinum, og tað sigur eisini nakað um trivnaðin.

Takk fyri prátið, Gunn.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.

348600

Send teldupost