Hygg upp!
Hvussu skíggin ávirkar okkum - Jakob Sorgenfri Kjær

Áðrenn vit leypa á leistum inn í vitlíkiskollveltingina, mugu vit steðga á og hugsa okkum um. Vit mugu tosa opið og kritiskt um, hvussu Big Tech-rikna skíggjatilveran longu hevur ávirkað okkum. Ikki bara børn og ung, men okkum øll: okkara steðgir, evni at fordjúpa okkum, nærveru, svøvn, intimu sambond og felagsskap
Jakob Sorgenfri Kjær, ið er høvundur og journalistur, hevur seinastu tvey áratíggjuni fingist við at kanna, hvussu talgilda tilveran ávirkar menniskjað, samfelagið og fólkaræðið.
Prísvinnandi greinarøð hansara um talgilda undirklassan í Danmark breyt eitt tabu, og vísti politikararunum á sosialu slagsíðuna, ið talgildingin hevur elvt til.
Í 2024 gav hann út bókina, KIG OP, har hann við kritisksum eygum viðgerð, hvussu skíggjanýtslan hevur broytt okkara sinni, sambond og samfelag – og hann tvíheldur um at bróta tabu í sambandi við ósunna skíggjanýtslu.
Í fyrilestrinum tekur hann fram nýggjastu vitanina frá granskingini og samantvinnar hana við erlig, viðkomandi og sárbær dømi frá privat- og arbeiðslívi, nú tøknin flýtur inn í øll øki eins og vatn.
Jakob greiður frá, hvussu skermarnir komu ímillum okkum menniskju. Men hann vísir okkum eisini á praktisk amboð, so at vit kunnu endurvinna tamarhaldið á tøknini og fáa eina sunna javnvág ímillum tøkniliga lívið og veruliga lívið.
Tíbetur er ikki ov seint at hyggja upp og varnast ella endurfinna tað, sum skapar menniskjansligt virði og trivnað fyri vaksin og børn.
Ja, sigur Jakob, í roynd og veru eru kappingarfyrimunir við at gera júst tað.
Tilmelding niðast á síðuni.
Hvør er Jakob Sorgenfri Kjær?
Virðisløntur danskur journalistur og rithøvundur, ið serliga hevur skrivað um, hvussu talgilding og tøkni hava ávirkað fólk, samfelag og fólkaræði.
Síðani 2006 hevur hann starvast á Politiken, og seinstu 20 árini hevur hann serliga skrivað um tøkni og talgilding.
Eitt nú hevur hann skrivað bókina ”KIG OP” (2024), ið gjørdist bestseljari og hevur fingið sera góð ummæli. Í bókini viðger hann, hvussu skíggjarnir komu ímillum okkum - og hann vísir á, hvussu vit kunnu taka tamarhaldið aftur.
Í 2020 var Jakob tann fyrsti at fáa tann tá nýggja talgilda frælsisprísin, ”Libre-Prisen”.
Greinarøð hansara í Politiken um sonevnda ”talgilda undirklassan” skundaði undir, at Danmark fekk fyrsta talgildismálaráðharran. Í yvir 60 greinum og samrøðum vísti hann á, at tey, sum ikki eru stinn í talgilda heiminum, missa bæði møguleikar, luttøku og rættindi í vælferðarsamfelagnum.
Í 2023 fekk Jakob Sorgenfri Kjær ”Hørup-prísin” fyri áhaldandi at vísa á sosialu slagsíðuna av talgildingini.
Kig op - samandráttur av bókini
Hevur tú nakrantíð tosað við onkran, sum knappliga brýtur eygnasambandið fyri at hyggja at telefonini? Megnar tú at sita í tokinum og lata tankarnar reika uttan at taka telefonina fram? Megnar tú at lesa eina bók í ein hálvan tíma uttan at lata teg órógva av talgildum tólum? Ert tú eins nærverandi í samrøðum – og svevur tú eins djúpt og væl, sum tú gjørdi fyrr?
Talgilda kollveltingin hevur í stóran mun broytt okkara lív, og nógv kenna seg bundin at telefonini.
Jakob Sorgenfri Kjær, ið er gravandi journalistur, kannar í hesi bókini, hvussu tøknin hevur broytt okkum og samfelagið: sambondini, vit hava hvør við annan, við børnini, makan og okkara sálarheilsu.
Bókin gevur innlit ígjøgnum eina røð av hugvekjandi kanningum og lýsingum av okkara talgilda lívi. Persónligar frásagnir verða væl blandaðar við nýggjastu vitanina frá serfrøðingum í neurovísindi, sálarfrøði, sosiologi, datalogi, antropologi og søgu.
Eftir stuttari tíð eru vit vorðin luttakarar í eini heimsumfatandi sosialari roynd, sum bjóðar okkara sjálvræði av.
Men enn er kortini vón fyri framman – vit kunnu enn hyggja upp og taka tamarhaldið á lívinum aftur.
Nær, hvar og hvussu
Nær: 21. oktoberkl. 19.30
Hvar: Norðurlandahúsið
Hvussu: Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Tó er avmarkað pláss.
Stroyming
Fyrilesturin verður stroymdur á deildini á Tvøroyri.
Tekna teg til fyrilesturin her
