Betri Trygging

Afturbering

- fyribyrg skaða og fá pengar aftur!ftur

 

Í 2024 fara vit undir eina nýggja skipan fyri privatkundar, ið hava akfarsstygging og sum koma ígjøgnum árið uttan at hava ábyrgd av nøkrum skaða.

Um tú ongan skaða ger ella fær á akfar/ini í 2024, fært tú 10% aftur av tí, tú hevur rindað í tryggingargjaldi í 2024.

Við akfar meina vit bilur, motorsúkkla, prutl, húsvognur, húsbilur og viðfestisvognur. Afturberingin er galdandi fyri hesi privatakfør.

Hevur tú fleiri akfør, t.d. fleiri bilar og/ella motorsúkklu, prutl, húsvogn, húsbil og viðfestivogn, skal onki av akførunum hava havt skaða í 2024.

Skuldi tað hent, at felagið eitt ár ikki hevur avlop, verður einki at lata av og tískil eingin afturbering sí. pkt 11.

Endurgjaldið verður útgoldið fyrstuferð í 2025.