
Flyta heim til Føroya
- Flutningstilboð og flytivegleiðing
Skalt tú flyta heim aftur til Føroya eftir fleiri ár í útlegd, so eru nógv viðurskifti, tú skalt hava greiðu á.
Flutningstilboð til útisetar
Saman við Faroe Ship bjóða vit bíligari flutning av tínum flytigóðsi.
Keypmannahavn - Tórshavn (pakkhús)
- 20´ bingja (33 cbm) 15.200 kr.
- 40´ bingja (68 cbm) 20.000 kr.
Aarhus - Tórshavn (pakkhús)
- 20´ bingja (33 cbm) 12.900 kr.
- 40´ bingja (68 cbm) 14.900 kr.
Aalborg - Tórshavn (pakkhús)
- 20´ bingja (33 cbm) 16.500 kr.
- 40´ bingja (68 cbm) 18.500 kr.
Flutningstrygging á 0,4% av flutningsvirðinum er ikki íroknað.
Avheintan í Danmark
Bingjan verður vanliga sett uttanfyri bústaðin um kvøldið og avheintað dagin eftir.
Í økjum, har tað ikki er møguligt, verður bingjan fylt, meðan bilførarin bíðar - vanliga er 1 tími tá íroknaður, men kann broytast eftir nærri avtalu.
Koyring til "dyrnar" í Føroyum
Bingjan verður útflýggjað hjá Faroe Ship á keiini í Havn, um ikki eyka koyring er keypt.
Kostnaður fyri koyring:
- Tórshavn - 1.545 kr.
- Eysturoy - 3.014 kr.
- Klaksvík - 4.242 kr.
- Onnur øki - spyr um prís.
Trýst á knøttin fyri at bíleggja ella seta fyrispurningar.
Deilibingja
Eru tit tvey húski, ið vilja deila eina bingju, er tað ongin trupulleiki.
- Tænstugjald, um tvey húski deila eina bingju - 800 kr. hvør
Dømi
Tvey húski í Keymannahavn deila eina 20´ bingju til pakkhús í Tórshavn.
- Bingja - 15.200 kr. (7.600 kr. hvør)
- Flutningstrygging á 0,4% (flutningsvirði á 150.000 kr. hvør) - 600 kr. hvør
- Tænastugjald fyri at deila bingjuna - 800 kr. hvør.
Tilsamans: 9.000 kr. hvør (við øllum)
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
