Viðføri
Verður viðførið seinkað meira enn 5 tímar uttanlands, fært tú endurgjald, sum er 1.200 kr. um dagin, tó í mesta lagi 4.800 kr.
Er viðførið blivið burtur, tekur innbústryggingin við og veitir endurgjald fyri burturblivna viðførið.
3 vikur
Vanliga skulu tríggjar vikur ganga, áðrenn viðførið kann roknast sum burturblivið.
Fá eina váttan frá flutningfelagnum (t.d. flogfelagnum) um, at tey eru givin at leita eftir viðførinum, og send hesa inn saman við fráboðanini.
Seinkan
Er ferðin úr ella til Føroya seinkað meira enn 8 tímar, fært tú endurgjald, sum er 1.000 kr. um dagin. Tó í mesta lagi 4.000 kr.
Váttan um seinkan
Minst til at fáa vátta um seinkan frá flutningsfelagnum (t.d. flogfelagnum), sum skal latast inn saman við skaðafráboðanini fyri at fáa endurgjald.
Sjúka
Gerst tú ella ein í ferðalagnum sjúk/ur á ferðini, viðmæla vit altíð at seta seg í samband við SOS á tel. +45 38 48 91 22 (tey svara alt samdøgrið) - bæði fyri at fáa bestu viðgerð, men eisini fyri at fáa vegleiðing um, hvussu tú skalt bera teg at fyri at fáa møguligt endurgjald fyri mistar feriudagar.
Fá altíð læknaváttan!
Tað er sera týdningarmikið at fara til lækna fyrsta sjúkradag og fáa læknaváttan. Tú fært bara endurgjald frá tí degi, læknaváttin er frá.
Ert tú sjúk/ur fleiri dagar, viðmæla vit, at tú fert aftur til lækna fyri at fáa nýggja læknaváttan, ið vísur, at tú enn ert sjúk/ur. Gott er eisini at fáa læknan at koma við einum tilmæli um viðgerð.
Útreiðslur ísv. sjúku
Hevur tú útreiðslur ísv. læknaváttan, heilivág (ið er viðmælt av lækna), taxa til og frá viðgerðarstað, veita vit tær endurgjald fyri útreiðslurnar.
Minst tó altíð til at goyma allar kvittanir og læknaváttanir, tí hesar skulu sendast saman við skaðafráboðanini fyri at fáa endurgjald.
Bráðfeingishjálp
Set teg alt fyri eitt í samband við okkara altjóða samstarvsfelaga SOS International, har tú fært serkøna ráðgeving og hjálp. Tey svara alt samdøgrið á tel +45 38 48 91 22 ella á teldupost sos@sos.eu.
Tú finnur altíð nærmasta góðkenda viðgerðarstað umvegis FindCare - óansæð hvar í heiminum, tú ert. FindCare tekur støði í tini gps-staðseting. Les meira á betri.fo/sos.
Kronisk sjúka
Ferðatryggingin veitir vanliga einans endurgjald fyri brádliga íkomna sjúku ella skaða. Um tú hevur eina kroniska sjúku, ella tær bagir okkurt í tíðini beint undan ferðini, heita vit á teg um at seta teg í samband við okkum, so vit kunnu greiða tær frá, um tú kanst tryggja teg á ferðini - og hvussu.
Á sjúkrahúsi 2 mðr. undan fráferð
Um tú hevur verið sjúk/ur, ligið á sjúkrahúsinum, hevur eina varandi sjúku, ella um læknin hevur broytt tín heilivág seinastu tveir mánaðirnar, áðrenn tú skalt út at ferðast, mást tú fáa eina undanmeting av støðuni. Hana kanst tú fáa eina frá SOS International. Les meira.
Óhapp
Kemur tú fyri óhappi, viðmæla vit somuleiðis, at setir teg í samband við SOS International, har tú fært serkøna ráðgeving og hjálp. Tey svara alt samdøgrið á tel +45 38 48 91 22 ella á teldupost sos@sos.eu. Vit viðmæla somuleiðis, at tú fert til lækna fyrsta dagin at fáa læknaváttan um tilburð og tilmælda viðgerð. Hevur tú tørv á læknahjálp, finnur tú nærmasta viðgerarstað umvegis FindCare.
Stuldur ella álop
Ert tú fyri álopi, stuldri, herverki ella øðrum brotsverki, melda tá tilburðin til løgregluna alt fyri eitt og syrg fyri at fáa eitt avrit av løgreglufráboðanini, sum tú letur inn saman við skaðafráboðanini.
Bilur uttanlands
Leigubilur
Ferðatryggingin veitir endurgjald fyri sjálvsábyrgdina í sambandi við skaða á persónbil og motorsúkklu, tú hevur leigað uttanlands. Treytin er tó, at akfarið, tú leigar, er tryggjað, og at tú hevur loyvi at koyra akfarið sambært lóggávuni í viðkomandi landi. Ferðatryggingin dekkar soleiðis ikki sjálva biltryggingina, men bara sjálvsábyrgdina.
Ferðast við egnum bili
Fert tú uttanlands at ferðast við akfari, skalt tú altíð hava Reyða kortið við á ferðini. Í ávísum londum skalt tú eisini hava Grøna kortið.
Reyða kortið prógvar, at akfarið er skrokktryggjað. Kortið skal vísast, um nakað hendir við akfarinum. Minst eisini til at hava Reyða kortið við, um tú fert við húsbili ella húsvogni, sum er skrokktryggjaður.
Reyða kortið finnur tú inni í Mín Trygging-appini undir "Á ferð".
Grøna kortið er prógv um, at akfarið er ábyrgdartryggjað, og tað skalt tú altíð hava við, tá tú fert uttanlands við akfari.
Lond, har tú skalt hava Grøna kortið við, eru: Albania, Bosnia-Hersegovina, Hvítarussland, Iran, Ísrael, Makedónia, Marokko, Moldava, Montenegro, Russland, Tunesia, Turkaland og Ukreina.
Um tú ert partur av einum ferðsluóhappi í einum av omanfyrinevndu londunum, er tað avgerðandi, at tú tryggjar tær avrit av Grøna kortinum hjá mótpartinum.
Nær, hvar og hvør
Nær skalt tú tekna ferðatryggingina?
Tað besta er at keypa ferðatryggingina, áðrenn tú bíleggur ferðina. Ivast tú, mást tú kanna, um tú hevur ferðatrygging, í seinasta lagi áðrenn tú fert av landinum. Eisini er sera umráðandi at kanna, um ferðamálið, tú ætlar tær til, er umfatað av tíni trygging.
Ferðast tú ella ein í húskinum í miðal eina ferð um árið, mæla vit til at tekna ársferðatrygging. So ert tú tryggjað/ur alt árið.
Nær skal skaðin fráboðast?
Vit viðmæla altíð at fráboða skaðan ella seinkanina skjótast gjørligt. Tó kanst tú fráboða inniverandi ár pluss tvey ár.
Hvar dekkar ferðatryggingin?
Ferðatryggingin kann teknast í tveimum stigum:
- Evropa
Dekkar í øllum londum í Evropa
(+ Marokko, Algeria, Tunesia, Lybia, Egyptalandi, Jordan og Sýria) - Allur heimurin
Dekkar øll lond í heiminum
(uttan frámæld lond, sí gráa kassan)
Hvør er tryggjaður?
Tryggingin fevnir um tryggingartakaran við húski. Tað merkir øll, sum eru fastbúgvandi á bústaðnum. ”Tryggingartakarin” er tann, ið hevur teknað tryggingina.
Avboð
Vit mæla altíð til at tekna Ársavlýsingartrygging, so tú kanst fáa endurgjald, um tú noyðist at avlýsa ferðina. Tú fært endurgjald fyri tann partin, sum tú ikki fært endurgoldnan frá veitarinum.
Tryggingin skal teknast í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fráferð, ella tá tú keypir ferðina.
Ert tú í iva, um tú hevur rætt til endurgjald, spyr so okkum.
Skulu vit kanna tína ferðatrygging fyri teg?