Hvør fær tína pensjón, um tú doyrt?
Hvør fær tína pensjón, um tú doyrt?
Ert tú ein av teimum mongu, sum svarar ”veit ikki” til hendan spurningin, viðmæli eg tær at lesa víðari. Tað er nevniliga skjótt og einfalt at seta seg inn í tingini – men tað kann verða dýrt fyri tey eftirsitandi, um viðurskiftini ikki eru, sum tit væntaðu
Barbara Christiansen
Betri Pensjón
Visti tú, at um tú doyrt, áðrenn tú nært pensjónsaldri, so fellur pensjónin, sum tú hevur spart upp hjá Betri Pensjón, ikki burtur, men verður latin onkrum av tínum nærmastu?
Í arbeiði okkara síggja vit javnan, at fólk ikki hava sett seg inn í, hvussu pensjónin og lívstryggingin verða útgoldin. Tað kann gerast svárt, tí trupulleikarnir vísa seg jú ikki, fyrr enn onkur hevur mist og er í sorg - og mangan hevur brúk fyri hesum útgjaldinum fyri at kunna svara hvørjum sítt.
Men skipanin er einføld.
Um onkur doyr - og lívstryggingin og pensjónin tí skulu rindast út - fylgja vit tí, sum er tilskilað á lívstryggingini ella pensjónini. ”Tað, sum er tilskilað” merkir skrivliga ynskið hjá tí, sum er farin, um, hvør skal fáa pengarnar. Er ein tilskilan – altso um tann deyði skrivliga hevur boðað okkum frá, hvør skal hava útgjaldið - ja, so er tað hesum, vit ganga eftir. So fáa tann nevndi - ella tey nevndu - pensjónina útgoldna.
Tað sama er galdandi fyri lívstryggingina.
Er einki tilskilað, fellur útgjaldið automatiskt til ”næsta avvarðandi”.
”Næsti avvarðandi” er altíð fyrst og fremst hjúnarfelagin. Ert tú ikki gift/ur, eru tað biologisku ella ættleiddu børnini. Eigur tú eingi børn, eru tað foreldrini. Liva foreldrini ikki, eru tað systkini.
Tað, sum fólk stundum mistaka seg í, er, at hugtakið ”sambúgvi” ikki finst í lógini, hóast tað er vanligt, at fólk liva saman ógift. Mong halda, at útgjaldið automatiskt fellur til makan. Men í flestu førum hendir tað bara, um tit eru gift. Eru tit ikki gift – og er einki tilskilað – kann makin ikki fáa útgjaldið.
Tað eru eisini fá, sum vita, at gávubørn ikki eru partur av ”næsta avvarðandi”, hóast tey í gerandisdegnum verða roknað sum egin børn. Aftur her er neyðugt við tilskilan, um tey skulu fáa burturav.
Tað besta at gera, um tú ivast, er at kanna tað og tryggja tær, at viðurskiftini eru í lagi. Vit vilja fegin hjálpa og vegleiða tær við tilskilanini, tí tá er tað tú, sum fult og heilt gert av, hvør ella hvørji skulu fáa útgjaldið, um illa vil til.
Ynskir tú at lata ógifta makanum útgjaldið heldur enn børnunum – ella vilt tú taka børnini fram um hjúnarfelagan – ella vilt tú kanska lata alt til vælgerandi endamál, ja, so kanst tú gera tað við tilskilanini.
Tað er so lætt at kanna og broyta hesi viðurskiftini – og tað er bara tú, sum kanst broyta tey, um alt ikki er, sum tú vilt hava tað at vera.
Og so kanst tú - næstuferð onkur spyr: ”Veist tú, hvør fær tína pensjón, um tú doyrt” - við góðari samvitsku svara ”Ja! Eg veit! Nú er alt akkurát so, sum eg vil hava tað at vera.
At tilskila: Skrivliga at nevna ein ella fleiri persónar, sum skulu fáa útgjaldið, um tú doyrt. Ein tilskilan verður altíð fylgd.
Næsti avvarðandi: Tann, sum fær útgjaldið, um einki er tilskilað. Sambúgvar og gávubørn eru ikki nevnd í lógini og kunnu tí ikki verða ”næsti avvarðandi”- og tískil fáa tey ikki automatiskt tína pensjón ella lívstrygging. Tí er best at tilskila tey, um tú vilt tryggja tær, at tey fáa útgjaldið.