Mastercard Kreditt
Hevur tú tørv á einum korti við kreditti og skalt tú leiga bil uttanlands, so er Mastercard Kreditt kortið møguliga nakað fyri teg. Vit hava nøkur at velja í – alt eftir stødd á kreditti. Les meira um tínar møguleikar her á síðuni.
Hvat skalt tú brúka kortið til?
Hevur tú brúk fyri einum altjóða gjaldskorti við kreditti aftanfyri? Vit hava ymiskar útgávur av Mastercard Kreditt gjaldskortinum. Munurin er í høvuðsheitum støddin á kredittinum aftan fyri kortið og tryggingin, sum er knýtt at kortinum. Nýtsluhámarkið er upphæddin á kredittinum, og telur í 30 dagar. Tá tú søkir um kortið, verður tú kredittmett/ur, og ert tú egnaður, verður gjaldskortið bílagt.
Talgilt gjaldskort
Nú hevur tú møguleika at fáa eitt talgilt gjaldskort, sum tú fært í somu løtu, tú bíleggur.
Um tú ætlar tær uttanlands at ferðast, er tað eitt gott ráð at hava tvey gjaldskort við. Um tú ikki longu hevur tvey gjaldskort, er tað lætt og skjótt at fáa eitt talgilt gjaldskort.
Ring til okkum á 348 000, um tú ynskir at bíleggja.
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.