Avgreið tíni bankaørindi í arbeiðstíð
Vit koma út til tína fyritøku og ráðgeva um fíggjarevni, sum eru viðkomandi hjá júst tínum starvsfólkum. Tað er ómakaleyst og tey spara bæði tíð og pengar.
Fíggjarlig stúran er ein tann størsta orsøkin til, at mong gerast strongd. Við hesum átakinum geva tit tykkara starvsfólkum tíð og møguleika at fáa síni fíggjarviðurskifti í rættlag.
Vit bjóða ráðgeving til tíni starvsfólk í arbeiðstíð. Vit koma út til tykkum og eru tøk at práta við starvsfólkini gjøgnum dagin.
Vit byrja dagin við at greiða frá einum ella fleiri evnum innan fígging, sum eru viðkomandi fyri tíni starvsfólk. Tað kundi verið uppsparing og pengavanar, bústaðarkeyp- og bygging ella pensjón. Síðani eru ráðgevar hjá okkum tøkir at tosa við starvsfólkini gjøgnum dagin.
Okkara royndir vísa, at hetta hevur stórt virði hjá bæði starvsfólkum og arbeiðsgevara. Starvsfólkini fáa møguleika at fáa síni fíggjarviðurskifti í rættlag í arbeiðstíð. Tað er sostatt ikki neyðugt hjá teimum at brúka frítíðina, ella taka sær frí frá arbeiði til hesi ørindini. Harvið spara tey bæði tíð og pengar.
Er hetta viðkomandi hjá tykkum?
Um tú kundi hugsað tær at fingið vitjan av okkara ráðgevum, ert tú vælkomin at fylla frymilin út niðanfyri. Síðani seta vit okkum í samband við teg og finna viðkomandi evni at práta við starvsfólkini um, og ein dag, sum passar tykkum.
Latið okkum hoyrast
Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.