5. element

Upplatingartíðir og sjálvtøkur

Her á síðuni sært tú, nær vit hava opið, og hvar okkara sjálvtøkur eru, umframt nær freistir eru fyri flytingar í samband við høgtíðir.

Leitar tú eftir tínum ráðgeva?

Av trygdaráðum, eru starvsfólkini hjá okkum ikki sjónlig á heimasíðuni, men tú kanst lætt og trygt samskifta við tín ráðgeva á netbankanum.

Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara á 348 000 – vit hava opið mánadag til fríggjadag, millum klokkan 10 og 15.

Upplatingartíðir

 
Ring til okkara á telefon 348 000

Vit hava opið hvønn gerandisdag.

Kundatænastan svarar telefonum frá klokkan 10 til 15.

Deildin í miðbýnum í Havn hevur opið frá klokkan 12 til 15.

Deildin Yviri við Strond 2 í Havn hevur opið frá klokkan 9:30 til 16.

Deildirnar í Saltangará, Klaksvík, Miðvági og á Tvøroyri hava opið frá klokkan 10 til 15.

Deildin á Sandi hevur opið mikudagar frá klokkan 12 til 15.

Sjálvtøkur

Vit hava 8 sjálvtøkur kring landið:

  • Á deildini í miðbýnum í Tórshavn (her ber til at taka evrur út)
  • Á deildini í Klaksvík
  • Á deildini í Miðvági (her ber til at taka evrur út)
  • Á deildini í Saltangará (her ber til at taka evrur út)
  • Á deildini á Sandi
  • Á deildini á Tvøroyri
  • Við Norðskála, uttanfyri handilin Brá
  • Í Vestmanna, Bakkavegur 8

Freistir fyri flytingar fyri páskir

Lønarflyting: Týsdagin 31. mars kl. 15:30

Vanlig flyting millum peningastovnar: Týsdagin 31. mars kl. 18.30

Flyting sama dag millum peningastovnar: Mikudagin 1. apríl kl. 11.00

Vanlig flyting í sama peningastovni: Mikudagin 1. apríl kl. 18.30

Skundflyting: Freistin fyri skundflytingar er skiftandi alt eftir, hvønn peningastovn tú hevur.

Fyri at tryggja tær, at flytingin kemur fram til tíðina, so er skilagott at gera flytingina í seinasta lagi týsdagin 31. mars.

Uttanlandsflyting: Mikudagin 1. apríl kl. 12.

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.